Fríggjakvøldið høvdu royndu politistarnir varhugan av, at vikuskiftið í Havn fór at verða eitt av teimum gleðiligu. Í staðin fyri kæti varð hýrurin í býnum merktur av ungum fólkum, sum gingu í bólkum og fóru ikki heim.
Politistar vóru tí úti á gøtunum alla náttina, og fleiri ferðir var neyðugt at skilja óst fólk sundur.
Um hálvgum fýra tíðina gekk galið. Tá varð ein ungur maður sligin og kanska eisini sparkaður og noyddist á skaðastovuna.
Seinni kom ein annar maður til politiið og boðaði frá, at hann um náttina varð skallaður.
Tann tilburðin er politiið við at kanna.










