Eitt hampiliga gott ár í nøgd og peningi

- Útlit eru til, at árið í ár verður tað besta í nøgd, síðan tey bæði árini í fyrru helvt av áttatiárunum, 1983 og 1984, sum royndust so væl, sigur Olaf Olsen, reiðari

Fiskivinna
Nú árið er farið at halla, hava vit spurt Olaf Olsen, reiðara, hvussu gongdin hjá Beta-skipunum hevur verið í ár.
Olaf letur hampiliga væl at og sigur, at fiskiskapurin hevur verið hampiliga góður ? so mikið góður, at hetta árið helst verður tað besta í nøgd síðan 1983 og 1984. Í peningi er talan eisini um eitt gott ár, hóast prísirnir á upsa ikki hava verið so góðir sum seinasta ár.

Prísfall í summar
Reiðarin sigur, at miðalprísirnir á upsa yvirhøvur hava verið lægri í ár enn í fjør, og serliga í summar og fyrr í heyst hevði upsin lágan prís.
 - Stundum var torført at sleppa av við fiskin, og tí hava vit verið nakrar ferðir uttanlands og selt.
Olaf ásannar, at upsin er smærri í ár enn í fjør og heldur, at hetta hevur ávirkað prísirnar.
- Tá ið upsin er smáur, fáa virkini færri tons ígjøgnum maskinurnar, og tað
gongur útyvir framleiðsluorkuna og harvið eisini útyvir nøgdirnar, sum virkini keypa. Minkar eftirspurningurin, kann væntast, at prísurin eisini lækkar.

Hvar er 3?arin?
Olaf Olsen, sum hevur ført hagtøl yvir fiskiskapin hjá Beta-trolarunum í mong ár, undrast yvir, hvat vorðið er av upsanum, sum veiddur varð í fjør.
 - Í fjør var størsti partur av veiðini upsi 3, meðan størsti parturin í ár er upsi 4.  
Hugsast kundi, at árgangurin, sum fekst í fjør, var størri í ár, men soleiðis er tað ikki, tvørturímóti.
 - Eg trúgvi, at fiskurin ? og tá ikki minst upsin ? er meira ?bevegiligur?, enn vit halda; tí er gongdin, sum hon er, og hon er ikki altíð so løtt at skilja.
 Um útlitini annars, heldur reiðarin, at tey eru torfør at meta um.
 - Fiskiskapurin hevur verið góður í ár, og í løtuni hava skipini eisini hampiliga góðan fiskiskap, men ilt er at spáa um framtíðina, tá ið tú hevur við fisk at gera, leggur hann aftrat.
 Olaf Olsen sigur at enda, at miðalprísurin á upsa liggur um 5 kr. fyri kg., og tað er heldur lakari prísur enn í fjør.
- Men prísurin er so hækkaður nakað aftur eftir fallið í summar, men hann er
ikki komin heilt uppá sama støði aftur, sum hann var í fjør, sigur reiðarin.