Margreth Dalsenni
?????????????????
Tankastreiggj úr Klaksvík.
Eg havi nú í eina tíð hugsað um, hví vit ikki kunnu brúka bókstavin C í føroyska málinum. Hann er jú allastaðir allíkavæl.
Tá eg hjálpi børnunum at rokna, so rokna vit stykki A, stykki B og píkarill eisini stykki C í føroyskari roknibók.
Eru ov nógvir næmingar til klassa A og klassa B í einum árgangi, so fara hesir í klassa C. Í einum føroyskum skúla.
Lesa vit í føroyskari heimsatlas, síggja vit, at Kanada misti sítt C, meðan staturin British Columbia í Kanada varðveitti sítt C. Sama gjørdi býurin Calgary.
Sama skili er í USA, har misti Kalifornia sítt C, meðan Colorado slapp undan.
Í statinum Washington er ein á, ið eitur Kolumbia áin við K, meðan aðrastaðir í USA eitur Colorado River við C. Fyrra áin misti bæði sítt C og River.
Og mín sann, um ikki ein býur í South Carolina við C eisini eitur Columbia. Hann varðveitti sítt C. Staturin Kolumbia í Suður Amerika mátti eisini svíða.
Hví skuldi Meksiko straffast so hart, tá New Mexico beint norðanfyri slapp at eiga bæði sítt X og C?
Tað eru óteljandi dømi um, hvussu mismunur verður gjørdur. Eg skal ikki troytta tykkum, men bert nevna nøkur fá:
Cape TownKamerun
CannesKambodja
Costa del Sol
Kili (Chile ?
neyðardýrið)
ColoradoKuba
Hví skulu allar Caféir og øll Caféteria í Føroyum hava loyvi at brúka C, og hví skulu bilarnir hjá Com Data hava nummarplátur, ið vísa CD?..tá abbabørnini hjá Niclan, Christian, Carl og Victor ikki kunnu eita eitt navn við C, tá tey hvønn dag skulu rokna stykki C í føroysku roknibókini og ganga í klassa C í føroyska skúlanum og eta C vitaminir hvønn dag?
Eg undrist!
Tilseinast kundi eg kanska nevnt valið, ið stendur fyri framman. Har stríðast allir flokkar av øllum alvi at fáa sum flest atkvøður.
Eisini listi C.
Gott nýttár øll somul og gott val.









