Higartil hevur bókasavnið í Hvalvík hevur verið inni í skúlanum, men bókasavnið er eisini fólkabókasavn. Teinurin millum bókasavnið og skúlan er sera stuttur, so væl skuldi ligið fyri at varðveitt báðar tættirnar í bókasavnsvirkseminum, sigur Sunda Kommuna á heimasíðu sínari.
Sagt verður eisini, at gott pláss verður til bøkur og leiti- og internetteldur, ið hoyra einum nútímans bókasavni til. Og á skúlanum verður eisini rúmsáttari, so útgerðin til tónleik og til kunningar- og samskiftistøkni kann fáa sítt fasta pláss. Tað er ein sannroynd, at skúladagurin er vorðin so fjøltáttaður, at meira pláss skal til undirvísingina.
- Bókasøvnini halda fast í leiklut sín sum mentanarberandi stovnar, har bøkur, tíðarrit og annað lesitilfar framvegis er ryggurin, men margmiðlar og tilfarið, sum fæst umvegis internetið, vinnur fram. Dømi eru eisini um, at bókasøvnini kunnu vera ein frálíkur karmur um ymisk tiltøk við áhugaverdum gestum og einum kaffimunni á skránni, sigur kommunan og leggur afturat, at tá hølini verða tikin í nýtslu í Hvalvík, fer bókasavnið at kunna breiðka um sítt virksemi, so hvørt sum møguleikarnir verða fleiri í framtíðini.










