Eitt høpisleyst uppskot

Formaðurin í Sambandsflokkinum er vónsvikin, tí Javnaðarflokkurin ikki tók undir við uppskoti Sambandsfloksins um at hava eina vegleiðandi fólkaatkvøðu undan samráðingunum við donsku stjórnina. Í blaðgrein í Sosialinum leygardagin heldur Edmund Joensen fyri, at Javnaðarflokkurin ríður á tveium hestum, og at flokkurin er fyri fullveldisætlanini. Til hetta er at siga, at flokkurin greitt hevur sagt, at ein nýggj skipan skal vera í ríkisfelagsskapi.

Eingin flokkur í Løgtinginum atkvøddi fyri uppskotinum hjá Sambandsflokkinum uttan uppskotsstillarin sjálvur. Og tað er væl skilligt, tí uppskotið hoyrir ongastaðni heima. Tað er fullkomiliga ókent at hava eina fólkaatkvøðu um samráðingarheimildina hjá einum landsstýri ella eini stjórn. Seinasta val vísti greitt og týðuliga, at ein stórur meiriluti av føroysku veljarunum vilja hava eina nýggja og meiri víðgongda skipan við Danmark. Eina skipan, ella ein sáttmála, sum røkkur frá øktum sjálvstýri til fullveldi. Teir flokkar, sum vóru mest víðgongdir, skipaðu landsstýrið, og teir settu sær fyri at Føroyar skuldu skipast sum fullveldi.


Hesir flokkar høvdu meiriluta tá, bæði í Løgtingi og í veljaraundirtøku, og eftir veljarakanningunum at døma hava teir framvegis meiriluta. Valið varð ikki nakað protestval, sum formaður Sambandsfloksins segði, tá hann í fjølmiðlunum boðaði frá uppskotinum um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu. Landsstýrisflokkarnir hava fólkaræðiligan meiriluta, og tað er neyvan nakar, sum ivast í, at landsstýrið ikki hevur heimildir at sámráðast við donsku stjórnina um eina nýggja skipan.


Samráðingarúrslitið skal leggjast fyri eina fólkaatkvøðu, og tað skuldi verið nóg trygt, um landsstýrið virkar í einum fólkaræðiligum anda. Men í hesum sambandi eiga vit at seta spurnartekin við, um tað fólkaræðiliga er nóg mikið, at ein vanligur - ella simpul - meiriluti skal kunna avgera framtíð Føroya. Ella um ein avgjørdur - kvalifiseraður - meiriluti skal til. Fólkaræði er eisini at taka hædd fyri einum minniluta. Vanligt er tí, at tá týðandi avgerðir skulu takast, skal ein ávísur prosentpartur av veljarunum hava verið á vali, og harafturat skal meirilutin verða so og so stórur. Tí er rættast, at ein avgjørdur meirluti skal vera til steðar, tá føroyingar skulu taka støðu til fullveldi ella eina aðra stjórnarskipan.


Harafturat eigur Løgtingið eisini at tryggja sær, at tvey Løgting skulu góðtaka eina nýggja stjórnarskipan. Líka mikið, um nýggja skipanin er innan ella uttan fyri grundlógina - ein sjálvstýrisskipan ella ein fullveldisskipan. Tað hevur týdning, um ein nýggj skipan skal vera burðardygg og lívfør. Og fólkaræðiliga tað rættasta.