Eftir at hann einki hevði fingið burturúr tveimum teimum seinastu umførunum, eydnaðist tað í dag Helga Dam Ziska at vinna eitt hálvt stig í EM kappingini í talvi, sum í hesum døgum er í Dresden í Týsklandi.
Í dag sat Helgi við hvíta fólkinum. Mótstøðumaðurin var rumenski stórmeistarin Alin Berescu, sum hevur 2514 styrkisstig. Talið hjá Helga er 2389. Talvið endaði javnt. Harvið hevur Helgi Dam Ziska eftir sjey umfør 3,0 stig.
Í morgin spenna teir frá í Dresden, og mikudagin verður 8. umfar á skránni. Tá skal Helgi við svarta fólkinum dystast við Sebastian Kaphle. Um gingið verður út frá styrkistølunum, so verður mótstøðan hjá Helga ikki so stór, sum hon hevur verið í sjey teimum fyrstu umførunum. Styrkistalið hjá Sebastian Kaphle er 2010 ella væl lægri enn talið hjá Helgi Dam Ziska er.
At talan kortini verður um dygga mótstøðu verður undirstrikað av, at Sebastian Kaphle í sjey teimum fyrstu umførunum hevur fingið trý stig burturúr ella nett somu úrtøku sum Helgi Dam Ziska.










