Vælferðarsamfelag er ein norðurlendskt uppfinning, ið hevur gjørt Norðurlond til heimsins bestu og tryggastu lond at liva í, um samanborið verður við onnur heimsins lond. Hetta seinasta er týdningarmikið at minnast til, tí hetta merkir, at tað enn er langt á mál við vælferðarsamfelagnum. Flestu føroyingar munnu vera samdir um, at vit skulu varðveita og støðugt menna vælferðarsamfelagið. Hóast vit eru ósamd um átrúnaðarligar og tjóðskaparligar spurningar, so munnu vit innast inni øll vera samd um, at Føroyar framhaldandi skulu vera eitt norðurlendskt vælferðarsamfelag.
Men eitt vælferðarsamfelag er ikki givið einaferð med alla. Hetta er nakað, ið støðugt má dagførast, útbyggjast og mennast. Tað er tí at fegnast um, at landsstýrismaðurin í almann- og heilsumálum hevur gjørt av at nú skal ferð setast á arbeiðið við at endurskoða forsorgarlógina. Hetta er eitt gott tiltak. Tað er breið semja um, at galdandi forsorgarlóg er ótíðarhóskandi. Talan er sum kunnugt um danska lóggávu, sum er tillagað føroysk viðurskifti, men annars er talan um lóggávu sum langt síðan er farin úr gildi í Danmark, har onnur og meira tíðarhóskandi lóggáva er komin í staðin.
Hóast vit støðugt menna vælferðarsamfelagið, verða tað altíð menniskju, ið hava tørv á hjálp og á serstøkum tilboðum. Galdandi lóg er alt ov tung at umsita og brúkarin kennir seg mangan slepptan uppá fjall, sum landsstýrismaðurin málber seg í blaðsamrøðu við Dimmalætting hósdagin. Eisini skapar lógin trupulleikar fyri tey, sum skulu umsita lógina, so her eru allar góðar grundir til at fáa til vega nýtt lógarverk fyri økið. Talan er um eitt stórt og tungt øki, og røddir hava verið frammi um at flyta økið út til kommunurnar. Sum tað skilst er hetta ikki ætlanin hjá sitandi landsstýrissamgongu, og tað man vera gott tað sama. Sum nevnt er hetta initiativ landsstýrismansins at fegnast um. Tað verður tó einki nevnt um barnaforsorgarlógina, men vónandi verður hetta mál eisini loyst í hesum umfari. Nógv børn og nógvar barnafamiljur hava tað ikki gott, og tørvur á ábótum eisini á hesum øki.
Sosialurin