Eitt gott tilboð til suðuroyingar

- Eg bæði vóni og vænti, at vit fara at vera eitt gott tilboð til suðuroyingar og at vit fara at kunna veita suðuroyingum, og øllum øðrum sum ferðast til og úr Suðuroy, eina góða tænastu.

Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.

Sunnudagin fer Norrøna til Vágs og mánamorgunin fer hon at røkja siglingina ímillum Suðuroy og Havnina í einar fýra vikur, ímeðan Smyril er uttanlands í dokk á gomlu Lindø skipasmiðjuni á Fjóni í Danmark.

Men Norrøna kann ikki leggja at á Krambatanga og tískil verður siglt ímillum Vág og Tórshavn ímeðan Norrøna er í sigling og fyrsti túrur verður av Vági mánamorgunin klokkan sjey.

Í hesum sambandi er nýggj ferðaætlan løgd, har tann eini túrurin, Smyril siglur mitt á degi mánadag, fellur burtur, so at siglt verður tvær ferðir ímillum hvønn dag.

Siglingstíðin er sett til tveir tímar og eitt korter, tí væntast kann, at tað fer at taka eitt sindur longri tíð hjá Norrønu, sum er nógv størri enn Smyril, at leggja at og fara frá bryggju.

- Vit vænta, at fer at taka tríggjar tímar ímillum hvønn túrin og Norrøna kann ikki sigla meiri fyri ikki at koma upp á tvørs av nýggju reglunum um hvílitíð hjá manningini, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

Í Vági verður farið umborð og í land eftir biladekkinum, men í Havn fara ferðafólk til gongu eftir landgongdini.

Við Norrønu ber eisini til at bíleggja sær kamar á ferðini, men annars verður tað á fimmta og sætta dekki, at ferðafólkið skal halda til á túrinum.

Tað er á hesum dekkunum, at matstovurnar, kafeteria og barrir eru.

Rúni Vang Poulsen sigur at Smyril Line hevði søkt um at fáa skeinkiloyvi, tí ætlanin var at hava eina barr opnað.

- Vit fingu bara hálvt skeinkiloyvi og tað harmast vit um, men tað avmarkar úrvalið í barrini til øl og vín, sigur hann.

Annars verður eisini tann fína Simmerdim matstovan skal opin við teirri matarskránni, sum plagdi vera har.

Í meðan Smyril er í dokkm skal botnurin sýnast og tað eftirlit skal annars gerast, sum skipaeftirlitið krevur.

Seinastu tíðina hevur annar stabilisatorurin á Smyrli verið óvirkin og rakstrarleiðarin sigur, at ímeðan hann er í dokk, verða teir tiknir í botn.