##med2##
Neistin vann sum væntað, men ikki so lætt á Team Klaksvík sum onkur hevði væntað.
Neistin vann 28-24 í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík. Team Klaksvík var væl við stóran part av dystinum, og í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Á Skála vann StÍF ein góðan 31-30 (14-15) sigur á H71.
Team Klaksvík-Neistin 24-28 (12-12)
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 8, Kaito Nakahodo 6, Jens Pauli Mohr 5, Ludvík Súnason 4, Vilhelm Vilhelmsen 1.
Neistin: Julian Kragesteen 6, Tróndur Mikkelsen 6, Dánjal Ragnarsson 6, Pauli Høj 4, Rasmus Søby 2, Rune Olsen 2, Teitur Magnussen 1, Karl Martin Olsen 1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum, og tók stutt samanum dystin.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Team Klaksvík, Sámal á Tjaldrafløtti sum meddaði átta bóltar í neistamálið. Sámal heldur, at teir fingu ein betri møguleika fyri einum góðum úrsliti tá Rasmus Søby hjá Neistanum mátti út við skaða, men m.a. fýra brend brotskøst kostaðu tá liðið skuldi royna at fremja sensasjónina. Sámal fegnast annars um, at Team Klaksvík var so væl við í dystinum.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við debutantin hjá Neistanum, Pauli Høj sum skoraði síni fyrstu fýra mál í bestu mansdeildini í dag. Pauli fegnast um møguleikan, og fær hann sín vilja er talan um fyrstu fýra málini av mongum málum í bestu mansdeildini.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 11 | 320 | 260 | 60 | 18 |
NEISTIN | 12 | 327 | 291 | 36 | 16 |
STÍF | 11 | 316 | 306 | 10 | 15 |
VÍF | 11 | 306 | 296 | 10 | 12 |
KÍF | 11 | 295 | 289 | 6 | 9 |
KYNDIL | 11 | 283 | 292 | -9 | 8 |
TEAM KLAKSVÍK | 11 | 239 | 352 | -113 | 0 |
##ms##