At einki kemur av ongum, kunnu tey í Húsavík skriva undir uppá. Tey seinnu árini hevur kommunan gjørt eitt ávíst forarbeiði, til tess at fáa fólk at búseta seg her. - Ja, tað sær bara gott út beint nú, staðfestir Jákup Martin Sørensen.
Hann er borgarstjóri í eini av teimum smærru kommununum á Sandoynni, har bæði hansara egna bygd, Húsavík og hin bygdin í kommununi, Dalur hava upplivað tað øvugta av gongdini aðrastaðni kring landið.
Í dag ber til at staðfesta, at fleiri familjur hava búsett seg í báðum bygdunum í kommununi. Og hetta skuldi tekna gott fyri framtíðina.
- Her eru eisini fleiri børn undir skúlaaldur - ikki færri enn sjey!, staðfestir Jákup Martin Sørensen.
Fólkatalið á Sandoynni lækkaði annars rættiliga nógv í fjør. Tað eru serliga tær størru bygdirnar í oynni sum merkja hesa gongdina ? á Sandi lækkaði fólkatalið við 16, í Skopun við 15, meðan fólkatalið í Skálavík lækkaði við einum persóni.
Í Húsavík búgva í dag 80 fólk og í Dali búgva 41.