Eitt gott signal at senda út

Tað verður Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum, sum fer at seta stóru oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í dag.

Oljuframtíð


Hann er sera fegin um, at Jarðfrøðissavnið hevur tikið hetta stigið og heldur, at ráðstevnan kann fáa stóran týdning fyri okkara egnu serfrøðingar og oljufólk, og at tað koma meira enn 100 fakfólk og oljufólk sum heild úr útlandinum, sum hava áhuga fyri føroysku undirgrundini, sigur okkum so mikið sum, at tað er áhugi fyri okkara øki, og tað er eitt sera positivt signal at kunna senda út.

-Eg vóni, at bæði Jarðførðissavnið og Oljufyrisiting og øll tey, sum koma úr útlandinum, fara ríkari úr aftur Norðurlandahúsinum eftir ráðstevnuna. Øll útlendsku oljufólkini, sum seta tíð av til hesar báðar dagarnar, skulu vera so hjartaliga vælkomin og vóni eg, at tey eisini geva sær stundir til at síggja okkara vakra land og taka av tí stóra gestablídni, sum altíð er. Sum landsstýrismaður í oljumálum vil eg gera alt eg eri mentur fyri at skapa góðar fortreytir fyri oljufeløgini, sum í framtíðini vilja brúka tíð og orku uppá oljuleiting við Føroyar.