Eitt gott og fjølbroytt heilsuverk

Sambandsflokkurin er tann einasti flokkurin, ið vil varðveita ríkiseindina, og er harvið flokkurin sum best kann tryggja føroyingum fullan rætt til neyðuga viðgerð á sjúkrahúsi.

Alfred Olsen
tykkara valevni á Sambandslistanum
?????
Sambandsflokkurin er besta trygdin fyri, at tey, sum blíva rakt av sjúku ella koma til skaða, kunnu koma undir læknahond og fáa neyðuga serviðgerð á sjúkrahúsunum bæði her heima og í Danmark, tá tað er neyðugt.
At tryggja okkara sjúku og heilsuveiku eina skjóta og góða viðgerð er ábyrgdin hjá vælferðarsamfelag-num Føroyum. Tí virkar Sambandsflokkurin fyri eini menning av heilsuverkinum her heima, samstundis sum vit tryggja teimum sjúku og heilsuveiku neyðuga serviðgerð uttanlands.
Hjá tykkum, sum eru sjúk ella eru avvarðandi av sjúkum fólkum, er trygt at vita, at tað er ein flokkur í Føroyum, sum vil tryggja tykkum atgongd til eitt fjøltáttað heilsuverk, sum er millum tey bestu í heiminum.
Vel tí Sambandsflokkin og harvið trygdina fyri einum heilsuverki, ið er millum tey bestu í heim-inum.