Tá kanningarúrslitið vísir, at ferðavinnan kastar hundrað milliónir krónur av sær, so er heilt greitt, at hon kastar upp aftur meiri av sær. Eftir tíðindaskrivinum at døma, virkar ikki sum at flutningsfeløgini eru við í uppgerðini, og bæði føroysku skipafeløgini og føroyska flogfelagið leggja nakað væl eftir seg eisini. Harafturat koma óivað smærri inntøkur her og har, sum neyvan eru við í uppgerðini.
Bæði hetta greinaða úrslitið og tað, sum kom fram úr kanningini fyri einum tveimum mánaðum síðani, gevur Ferðaráðnum og ferðavinnuni nakað at arbeiða við. Vit hava nú vissu fyri, at tey stívliga 20.000 ferðafólkini á sumri geva eitt búskaparligt íkast, sum er oman fyri hundrað milliónir krónur. Harafturat vita vit nú, hvør serliga vitjar Føroyar og hvørji áhugamál tey hava.
Hetta skuldi givið ferðavinnuni møguleikar fyri at ýta neyvari av, og leggja ta kós, sum í longdini skuldi givið mest av sær. Sjálvandi skulu vit royna at fáa fleiri ferðafólk til landið - og eisini skulu vit royna at fáa tey at koma fyrr og seinri á ári - men vit mugu fyrst og fremst kunna skapa fleiri og betri tilboð. V. ø. o. skulu vit hugsa um dygdina bæði í tænastum og tilboðum. Hóast ferðafólk sum heild eru nøgd, er enn nógv sum haltar og kundi verið betri.
Nú skal nýggjur stjóri setast fyri Ferðaráð Føroya. Undanfarnu stjórar hava fingið stovnin at koyra rættiliga væl og harafturat eru fleiri átøk gjørd. T. d. seinasta kanningin hjá granskingardeplinumá Bornholm, marknaðarkanningin, skipanin við kunningarstovunum, tí føroyska ferðafaldaranum og onnur tiltøk við. Hetta skuldi givið tí komandi leiðaranum eitt gott støði at arbeitt víðari á.
Men tá hetta er sagt, so má Vinnumálastýrið eisini syrgja fyri, at skipanin við Ferðaráðnum verður í samljóð við ta nýggju stýrisskipanarlógina. Út frá einum leikmanna sjónarmiði tykist sum um, at lóg og reglur um Ferðaráðið við einum stýri, sum hevur rættiliga stórt vald - eisini yvir stjóranum - ikki er í samljóð við stýrisskipanina. Men tað eiga løgfrøðingar at meta um. Og koma teir til somu niðurstøðu, so má skipanin broytast til eitt ráðgevandi ráð. Enn er Ferðavinnan í eini uppbyggingartíð, men nú er prógvað, at hon kastar nakað av sær, so nú má hon fáa ein tjans at menna seg upp aftur meiri.










