TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við formannin í Skála Ítróttarfelagi, Arna Klein Abrahamsen sum var í formansrunduni ígjár.
Arni Klein Abrahamsen fegnast um, at kvinnurnar, EB/Streymur/Skála endurvunnu greipuna, og hann gleðir seg til framhaldandi gevandi samstarvið við EB/Streym um besta kvinnuliðið.
Á manssíðuni gjørdist Skála best av botn 5 liðunum, og 1. deildarliðið megnaði at bjarga sessinum.
Arni Klein Abrahamsen sigur, at nú vónar hann, at Skála kann førka seg longur upp í Betrideildini hjá monnum, og nærkast plássunum har tað veruliga er stuttligt at verða.