Eitt gott høvi

John Wallace ivaðist ikki í at koma til Føroya at spæla, hóast hann hevur roynt mangt størri og meira hábærsligt høvi

PRÁT

Á hundrað ára degnum hevði Havnar Hornorkestur eisini megnað at fáa ein rættiliga stjørnuleikara til Føroya at spæla á konsertini.
53 ára gamli John Wallace er víðagitin fyri sítt spæl við serliga kornettini, og hann hevur ríka tónleikaliga fortíð aftanfyri seg, har hann hevur spælt við nógvum mætum tónleikarum, orkestrum og dirigentum. Millum annað hevur hann spælt í The London Symphony Orchestra , og hann hevur spælt kring allan heim.
Í løtuni er hann rektari á The Royal Scottish Academy of Music and Drama.
?Tað var Andras Olsen, sum eg havi undirvíst í London, ið spurdi meg, um eg ikki hevði hug at koma til Føroya at spæla, og tað vildi eg ógvuliga fegin, sigur John Wallace, tá vit hittu hann beint eftir konsertina leygardagin.
Andras Olsen hevur nomið sær útbúgving á Royal Academy of Music í London. Andras er sonur Kára Olsen, formann fyri Havnar Hornorkestur.
?Eg byrjaði sjálvur í einum orkestri sum hesum, og eg haldi, at hetta er gott og stórt høvi at koma til Føroya. Eg nýtti tað eisini at spæla saman við orkestrinum, sigur John Wallace.
Við sær til Føroya hevði hann eisini konu sína. Tey bæði fóru av landinum aftur mánadagin.
John Wallace hevði á vitjan síni eisini Master Class á Musikskúlan, og hann nýtti eisini høvi til at leggja tónleikarum lag á og geva góð ráð.