Eitt gjøgnumbrot fyri føroyskan fótbólt

(Ljóðsending frá Rás2) Hoyr André Olsen og Trónd Arge umrøða spennandi føroysku spælaraflytingarnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fótbóltspanelið á Rás2, sum í dag var mannað við André Olsen og Tróndi Arge umrøða spennandi spælaraflytingarnar, sum eru hendar seinastu tíðina, har Kaj Leo í Bartalsstovu er endaður í rumenska stórfelagnum, Dinamo Bukarest, og Jóan Símun Edmundsson er endaður í danska superligafelagnum, OB.

 

Tróndur og André umrøddu eisini markantar spælaraflytingar hjá føroyskum fótbóltsspælarum farnu 20 árini, og hvat perspektiv tað gevur føroyska fótbóltslandsliðnum, at talið av føroyskum spælarum, ið spæla uttanlands økist.