The Guardian veit at siga, at tað var 21 ára gamli, Gordon Blackmore, sum býr í økinum og sum plagar at veiða sjófugl fram við strondini um hesar leiðir, ið gjørdist varugur við skipsvrakið.
Ungi maðurin er ofta um hesar leiðir, og hann var beinanvegin vísur í, at hann ikki hevði sæð stóra vrakið í sjónum áður. Tá hann kannaði hetta nærri, var hann ikki í iva um, at hetta er eitt skipsvrak frá gamlari tíð.
Eftir túrin og tað, hann hevði funnið, fór hann beint heim til húsa, har hann greiddi mammu síni frá tí, hann hevði sæð. Hon gjørdist sjálvsagt forvitin og fór við soninum at hyggja eftir vrakinum, sum fleyt í vatnskorpuni.
- Hetta er ótrúligt, og eg havi eingi orð fyri hesum, sigur mamman, Wanda Blackmore, við Canadian Press. Hon vónar, at tey, sum fara at kanna skipsvrakið, eisini kunnu finna fram til, hvat hetta er fyri eitt skip.
Neil Burgess, leiðari í Shipwreck Preservation Society of Newfoundland og Labrador, heldur, at skipsvrakið kann vera losnað, tá tropiska ódnin Fiona nýliga rakti økið.
- Hetta er perfekt. Hetta er flott, sigur hann við kanadiskar miðlar.
Lokalu myndugleikarnir hava sent út eitt lið av serkønum at kanna vrakið, og vónin er, at tað fer at bera til at eyðmerkja vrakið og kanska bjarga tí, sum bjargast kann.











