Eitt fyrsta og eitt annað pláss til Ian Andersen

Ian Andersen hevur um vikuskifti tikið lut í PGK-Z Kart altjóða meistaraskapinum í Misano í Italia.

 

Ian Andersen hevur um vikuskifti tikið lut í PGK-Z Kart altjóða meistaraskapinum í Misano í Italia.

 

Hendan kappingin er liður í fyrireikingunum hjá honum til heimsmeistarakappingina, sum verður í Italia í 2015.

 

Væl hilnaðist hjá Iani Andersen í dag. Hann vann kappingina í gear kart og hevði skjótastu tíð, meðan hann endaði á øðrum plássi í tí, sum nevnist standard kart.

 

Ian Andersen, ið hevur røtur í Runavík, flutti til Danmarkar sum ungur, men segði herfyri við Netávísina, at hann enn kennir seg sum føroying.