Eitt fótbóltslið í Suðuroy

FC Suðuroy, TB og Royn fara nú at samstarva um fótbóltin.

TB og VB hava vunnið mong FM-heiti í fótbólti, men seinastu árini hava verið soltnari, hvat kappingini hjá teimum vaksnu viðvíkur. Kappingin við miðstaðarøkið er hørð, og fyri nøkrum árum síðani valdi syðsta fótbóltsfelag í landinum, Sumba, at leggja saman við grannanum fyri norðan, VB. Síðani hevur felagið skift navn til FC Suðuroy, tó uttan, at tað hevur betrað um úrslitini. Samstundis hava Royn og TB í norðaru helvt av oynni eisini samstarvað í yngru deildunum.

 

FC Suðuroy og TB hava seinastu árini skiftivís stríðst móti niðurflyting úr Effo-deildini og uppflyting úr 1. deild, eitt stríð, sum hevur hepnast eitt vet betri hjá TB. Tó so, mong eru, sum vilja vera við, at skal Suðuroyggin aftur kappast á tindinum, so mugu feløgini leggja saman. Undirtøkan fyri hesum er tó so sum so í feløgunum sjálvum.

 

Neyðin lærir tó nakna kvinnu at spinna og fótbóltsfeløgini í Suðuroynni eru nú farin undir eitt ávíst samstarv. Hetta hevur við sær, at Royn, TB og FC Suðuroy nú fara at luttaka við einum liðið undir nýggjum navni í aldursbólkunum gentur U12, U14 og U17 og dreingir U16. 

 

Í hesum sambandi hava feløgini so skrivað út eina navnakapping, fyri at finna eitt nýtt navn til nýggja felagið. Kappingin koyrir fram til midnátt, hin 26. januar.

 

Enn eru ongar ítøkiligar ætlanir um nakað nærri samstarv millum vaksnamannadeildirnar hjá felagnum, men um ikki annað, so verður nú eitt nýtt navn skrásett, sum suðringar kunnu venja seg við at fylkjasta um. Kanska leggur tað lunnar undir okkurt í framtíðini.