Eitt fótbóltslið fyri fimm milliardir

Týska blaðið Bild hevur sett eitt CL-lið saman, ið er vert umleið fimm milliardir krónur.

Tað eru óhugnaligar upphæddir á spælaramarknaðinum í fótbólti í løtuni. Týska blaðið Bild hevur sett saman virðismesta liðið í ársins útgávu av Champions League.


Tølini eru eftir hvat spælararnir eru verdir á marknaðinum í løtuni. Tað er týska greiningarfyritøkan Transfermarkt, ið eigur tølini.


Liðið, sum sæst niðanfyri, er vert góðar fimm milliardir krónur.


Málverji:

Manuel Neuer - Bayern München (290 mió. kr.)


Verjuleikarar:

David Alaba - Bayern München (260 mió. kr)
Sergio Ramos - Real Madrid (335 mió. kr.)
Thiago Silva - PSG (300 mió. kr.)
Philipp Lahm - Bayern München (225 mió. kr.)

Miðvallarar:
Luka Modrić - Real Madrid (410 mió. kr.)
Paul Pogba - Juventus (335 mió. kr.)
James Rodriguez - Real Madrid (450 mió. kr.)
Gareth Bale - Real Madrid (600 mió. kr.)

Áleyparar:
Cristiano Ronaldo - Real Madrid (745 mió. kr.)
Lionel Messi - FC Barcelona (895 mió. kr.)