Eitt forførandi gys

Sum lesari kennir tú teg forførdan, tá "Champagnepigen" knappliga hevur fangað teg í einum sálarligum ræðuleika


Leonora Christine Skov, "Champagnepigen", Athene, 2007 



Eitt fitt petti inni í bókini "Champagnepigen" eftir Leonora Christina Skov hevur lesarin framvegis eina trygga kenslu av at flóta ekkalayst runt í eini ópliktandi chick-lit skaldsøgu. At rithøvundurin er ein av hvassastu ummælararnum á Weeendavísini og í sendingini “Smagsdommerne”, átti at boða frá øðrum, men allíkavæl ...

Bókin snýr seg um rithøvundan Linn, sum er gift við tí deiliga sjónvarpssálarfrøðinginum Isak, sum hartil hevur tvey so fitt og ker børn við sær í hjúnarlagið, at tú skuldi trúð, tað var lygn. 


At síggja til, liva Linn og Isak eina dreymatilveru. Tey eru vøkur, rík og javnan at síggja í fjølmiðlunum. Men tá enn ein journalistur vil hava eitt petti av glansmyndini, byrjar myndin at støkka sundur. Spakuliga byrjar journalisturin at avdúka ein ræðuleika fyri og annan eftir um parið. Millum annað dyrka tey eitt sjúkligt sexlív, sum fyri tað mesta gongur út uppá at misnýta onnur.

Hvøkkurin av knappliga at vera fangaður í einum elegantum, sálarligum ræðuleiki ger, at "Champagnepigen" er trupul at rista av sær aftur. Lesarin kennir seg snøgt sagt forførdan. 


Tað er langt síðani, eg havi lisið eina so sannførandi og neyva lýsing av sjálvssviki, tá tað stingur allar djúpast. Málsliga er bókin ein fragd at lesa, og bygnarliga darrar hon av spenningi og ógvusligum sexleiki líka til endan, tá søgan fær eina heilt óvæntaða vend.

"Champagnepigen" gjørdist alt fyri eitt metseljari, tá hon kom út í vár. Ummælararnir býttu seg tó sundur í tveir partar. Kvinnurnar fegnaðust, meðan mannfólkini hildu bókina innhalda alt ov nógv sex ...