Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á heimavølli greiðan 38-30 sigur á Odder. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-18.
Komandi fríggjakvøld spælir Team Sydhavsøerne móti Rækker Mølle á útivølli.
Pauli skoraði trý mál.
Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í FIF taptu á útivølli 30-32 fyri Midtjyllandi. Í steðginum var Midtjylland á odda 13-12.
Jónas skoraði fimm mál, Leivur skoraði fýra mál og Janus skoraði eitt mál.
Komandi leygardag tekur FIF móti Tønder á heimavølli.
Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ taptu á heimavølli 33-35 fyri Skive. Skive var á odda 18-15 í steðginum.
Komandi leygardag tekur HØJ móti Odder á heimavølli.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | Skive fH | 6 | 11 |
| 2 | Grindsted | 5 | 9 |
| 3 | HC Midtjylland | 6 | 8 |
| 4 | HØJ | 6 | 8 |
| 5 | Team Sydhavsøerne | 6 | 7 |
| 6 | TM Tønder | 6 | 7 |
| 7 | Skovbakken | 5 | 6 |
| 8 | Aarhus HC | 5 | 5 |
| 9 | FIF | 6 | 5 |
| 10 | Rækker Mølle | 6 | 4 |
| 11 | Odder | 6 | 4 |
| 12 | Vendsyssel | 6 | 3 |
| 13 | Køge | 6 | 2 |
| 14 | HC Odense | 5 | 1 |











