Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag.
Tað eydnaðist Paula Mittún (myndin) og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne at vinna ein trivaligan 30-22 sigur á Odder á útivølli. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og í steðginum vóru Pauli og liðfelagarnir bert á odda 13-12.
Team Sydhavsøerne er nummar seks í deildini við 21 stigum.
Pauli skoraði fýra mál í dagsins dysti.
Jónas G. Djurhuus, Janus Dam Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF taptu á heimavølli greitt 21-30 fyri Midtjyllandi. Í steðginum var útiliðið á odda 15-8.
FIF er nummar átta í deildini við 16 stigum.
Jónas gjørdist toppskjútti hjá FIF við seks málum. Janus og Leivur skutu tvey mál hvør, so føroyingarnir stóðu fyri næstan helvtini av málunum hjá FIF í dag.
Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken taptu á útivølli 25-31 fyri Grindsted. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-12.
Skovbakken er fjórðaftast í deildini við 10 stigum.
Niklas skoraði eitt mál í dagsins dysti.
Komandi hóskvøld verður granna- og føroyingauppgerð í Aarhus, tá Niklas og liðfelagarnir taka ímóti liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus HC á heimavølli.











