Tjúgunda atkvøðan hjá samgonguni kom til sín rætt, tá løgtingið um middagsleitið mikudagin samtykti at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at lógaruppskotið um at gera Atlantsflog til eitt alment felag burturav kundi viðgerðast og avgreiðast beinanvegin. Tjúgu gevur kvalifiseraðan meiriluta á løgtingi, og tí rukku tær 13 atkvøðurnar hjá andstøðuni ikki so frægt sum til at tryggja vanligar tíðarfreistir til at viðgera eitt lógaruppskot.
Tí varð málið avgreitt og Atlantsflog tjóðartikið, áðrenn mikudagurin var av.
Magni Arge fylgdi viðgerðini av síðulinjuni, og mitt í tí heila varð hann boðsendur á fund í Vinnunevndini at svara spurningum og siga sína hugsan um tað, ið fór fram.
Nú fyrrverandi stjórin í Atlantsflog varð sum kunnugt skiftur út, leygarkvøldið 16. november í fjør.
Sambært einum notati frá grannskoðarafyritøkuni Januar byrjaði tilgongdin at tjóðartaka flogfelagið ein lítlan mánað seinni. 15. desember letur grannskoðarafyritøkan Vinnumálaráðnum eitt innanhýsis notat sum lýsir, hvussu felagið sjálvt kann keypa privatu partabrævini og takast av keypsskálunum.
Rumblið
Mánadagin boðaði Atlantsflog frá ætlanunum um at keypa egin partabrøv og veittra keypsskálunum farvæl. Privatu eigararnir skuldu fáa eitt tilboð, sum tey ikki kunnu siga nei til. Felagið vil keypa partabrøvini, sum stórtsæð ikki verða handlað og tí liggja í dvala millum kurs-140 og kurs-150, fyri ein yvirprís á kurs-210.
- Tað er av alstórum týdningi, at friður valdar kring Atlantsflog, nú lagt verður til brots av nýggjum, segði Niels Mortensen og vísti á, at sum alment felag burturav gerst Atlantsflog eitt felag við størri tolsemi og tíð til at byggja upp rutir.
Eisini hevur landsstýrismaðurin víst á týdningin av at skapa frið um Atlantsflog.
Sambært Johan Dahl var eisini neyðugt at gera skjótt av í løgtinginum, nú felagið skal tjóðartakast og strikast av keypsskálunum. Atlitið til keypsskálarnar vigar tungt.
Enn stendur spurningurin tó opin, hví avgerðin um at tjóðartaka Atlantsflog skal gjøgnumførast júst nú. Hvat er tað fyri órógv, sum krevur eitt slíkt grundleggjandi, strategiskt stig júst nú, áðrenn nøkur strategi yvirhøvur er orðað fyri felagið?
Sambært tíðarætlanini hjá nevndini fyri Atlantsflog verður eykaaðalfundur í felagnum 10. mars. Tá skal felagið formliga fáa heimild til sjálvt at keypa øll privatu partabrøvini fyri tilsamans 71 milliónir og síðani strika seg sjálvt av keypsskálunum. Tann tilgongdin tekur eina viku.
Tí verður regluligi aðalfundurin, sum er fráboðaður at vera 3. apríl, sera friðarligur. Har verður bara ein partaeigari at møta, landsstýrismaðurin.
Pengarnir
Notatið frá Januar staðfestir, at Atlantsflog eftir tjóðartøkuna reelt verður niðurkapitaliserað við 71 milliónum krónum. Mælt verður til, at felagið tekur 30 milliónir krónur úr kassanum og lænir restina, tá privatu partaeigararnir skulu keypast út.
- Tá felagið sjálvt rindar 71 milliónir krónur fyri egin partabrøv, so viknar felagið tilsvarandi. Tað merkir sjálvandi, at felagið hevur minni at standa ímóti við. Og tað kann sjálvandi fáa týdning í tí løtu, felagið kemur í turbulens, staðfestir Magni Arge og nevnir fleiri dømi:
- Tað veri seg av eini vanlukku, einum øskuskýggi ella kapping frá einum stórum flogfelag, staðfestir Magni Arge og vísir á, at eisini hevur fíggjarliga styrkin týdning, tá felagið skal víðka um sítt virksemi.
Roknskapurin fyri 2013 er ikki liðugur enn, men sambært roknskapinum fyri 2012 hevði felagið umleið 140 milliónir krónur í ”fríum reservum.”
Júst fíggjarliga styrkin í felagnum kann hava týdning fyri politisku viðgerðina mikukvøldið.
- Politiskt er tað ókeypis. Felagið rindar sjálvt fyri tjóðartøkuna, og tí skulu politikarnir ikki út og finna pengarnar aðrastaðni, staðfestir Magni Arge.
Tá somu partabrøv vórðu seld á sinni, gav tað 89 milliónir krónur í inntøku, sum tá endaðu í landskassanum. Nú tey verða keypt aftur, verður farið í kassan hjá Atlantsflog eftir pengunum.
- So alt í alt viknar sjálvstøðuga marknaðarbúskaparliga støðan hjá felagnum, meðan politiski viljin fær sterkari tak á fyritøkuni. Tíðin fer at vísa hvønn dynamikk tað fremur, men aðrastaðni í vesturheiminum eru tey flestu størru londini farin øvugtan veg, sigur Magni Arge sum greitt gevur til kennar, at eftir hansara tykki var felagið betur fyri, um landskassin rindaði tær 71 milliónirnar fyri partabrøvini.
Minka ella veksa
Ferð eftir ferð verður víst á týdningin av at veita føroyingum bíligari ferðaseðlar. Eftirlýsingin er eisini á breddanum, nú Atlantsflog verður alment burturav. Fleiri eru av tí sannføring, at felagið eigur at miðsavna seg um farleiðina millum Føroyar og Danmark, sum skal gerast so bílig sum yvirhøvur tilber.
Sum stjóri fyri Atlantsflog upplivdi Magni Arge áhaldandi kravið um bíligari ferðaseðlar.
- Umskipanin av eigaraviðurskiftunum fremur í sær sjálvum hvørki bíligari ella betri ferðasamband. Kanska tvørturímóti, tí felagið stendur nú búskaparliga veikari enn frammanundan, metir Magni Arge.
Enn hevur einki verið at frætta um, hvørja strategi Atlantsflog skal rekast eftir í framtíðini. Strategiarbeiðið fer nústandi av bakkastokki, og sambært nýggja stjóranum verður einki at frætta fyrr enn í summar.
Fyrrverandi stjórin er tó grundleggjandi ósamdur við teimum sum mæla til at trimma felagið til at halda fult fokus á bíligari ferðaseðlar á høvuðsfarleiðini millum Føroyar og Danmark.
- Tað er púra burturvið at billa fólki inn, at ferðslan og Atlantsflog koma best burtur úr at bakka aftur til bert at flúgva uppá Keypmannahavn, svarar Magni Arge avgjørdur.
Sambært fyrrverandi forstjóranum eru fleiri viðurskifti, sum tala beinleiðis ímóti hesi hugsan.
- Tá ert tú bundin at bert einari inntøkukeldu, tú útnyttar ikki marginala kapasitetin, tú missir ferðafólkainntøkur frá øðrum marknaðum og tú økir kostnaðin hjá teimum, sum ikki kunnu ferðast beinleiðis.
Magni Arge sær tvinnar møguleikar fyri bíligari ferðasambandi.
- Annar er at minka um framleiðslukostnaðin. Hin er at tað almenna spjaðar til og rindar ein part av kostnaðinum, sigur Magni Arge og heldur fram:
- Har marknaðirnir eru nóg stórir snýr kappingin seg í stóran mun um at lækka eindarkostnaðin fyri kvønn kilometur, tú flytir eitt ferðafólk. Tá ger tað stóran mun, um tú kann flyta 100 ella 150 ferðafólk á hvørjari fráferð, um tú brúkar flogfarið 2000 ella 3000 tímar um árið og um felagið hevur tvey ella fleiri flogfør til at bera føstu kostnaðirnar av at reka felagið.
Magni Arge er sannførdur um, at Atlantsflog hevur potentiali til at veksa um sítt virksemi uttanfyri Føroyar, í kapping við onnur flogfeløg.
- Sjálvandi eru váðar og snávingarsteinar, men fyrimunirnir eru eyðsýndir. Eindarkostnaðirnir lækka, kappingarførið økist og fleiri arbeiðspláss verða skapt, sigur Magni Arge og vísir á, at tað krevur sjálvandi eitt lið av eldhugaðum og virkisfýsnum starvsfólki við áræði.
Strandferðsla
Í kjakinum um Atlantsflog verður føroyska flogfelagið viðhvørt samanborið við Strandferðsluna. Eitt felag, sum hevur eina bundna uppgávu at flyta ferðandi frá A til B. Samanberingin gerst enn meira sjónlig, nú flogfelagið aftur gerst alment burturav, langt vekk frá keypsskálunum.
Men nú fyrrverandi stjórin ávarar ímóti at brúka hesa samanbering.
- Tá tað snýr seg innlendis flutning er semja um, at brúkarin bara rindar brøkpart av framleiðslukostnaðinum, meðan landskassin rindar restina. Tá tað kemur til flogferðslu áleggur landskassin hvørjum ferðandi at rinda ein skatt fyri hvørja flogferð, landskassin krevur vinningsbýti frá felagnum. Og sjálvt flogvøllurin skal rekast við gjøldum, sum verða løgd á flogfelagið, sigur Magni Arge og sker myndina út í papp:
- Flogferðslan skal also bæði selja bíligt og rinda tyngjandi avgjøld. Tað er sum við Rúsuni, sum hevur fingið álagt at levera trivaligt yvirskot, men helst ikki selja nakað brennivín.
Privata effektin
Undan tjóðartøkuni hevur politiska skipanin ferð eftir ferð vísir á, at verandi støða við partvís privatum og partvís almennum ognarskapi er ótolandi fyri Atlantsflog. Eisini verður víst á afturvendandi atfinningarnar frá privata partaeigaranum Adrian Noskwith, sum stendur fyri góðum fimm prosentum av partabrøvunum í føroyska flogfelagnum.
Men Magni Arge hevur ilt við at keypa hetta sum eitt argumentið fyri aftur at gera Atlantsflog alment burturav.
- Tað var harmiligt, at almenni og privatu partaeigararnir mistu stevið. Eftir mínum tykki hevði felagið í longdini havt ágóða av at hava privatar íleggjarar við. Tí sum flogfelag má Atlantsflog virka á marknaðarbúskaparligum grundarlagi, eins og øll onnur flogfeløg, sigur Magni Arge, sum tó sigur seg skilja, at almennu Føroyar vilja hava ein ognarlut í einasta flogsambandinum út í heim.
- Men tað setir stór krøv til politiskku skipaninia at skilja millum politiskar ynskidreymar og handilsligan veruleika. Júst tí var samanseting av almennum og privatum íleggjarum ein góð trygd fyri javnvág millum ymsu áhugamálini, sigur Magni Arge og staðfestir síðani:
- Tað krevur handalag, vilja og virðing millum partarnar.
Eftir løgtingssamtyktina mikukvøldið eru bara formalitetir eftir at fáa uppá pláss, áðrenn Atlantsflog aftur er eitt alment felag burturav.
Undir viðgerðini í løgtinginum mikukvøldið gjárkvøldi eftirlýsti andstøðan greiðar mannagongdir og leiðreglur fyri, hvussu Atlantsflog skal rekast í framtíðini.
- Hvør er strategiin fyri Atlantsflog? Hvat var tað við gomlu strategiini, sum man var so ónøgdur við? Og hvussu ætlar landsstýrismaðurin at skipa leiðreglur, soleiðist at felagið verður rikið á skynsaman hátt, spurdi Høgni Hoydal millum annað.
Formaðurin í Tjóðveldi setti stórt spurnartekin við nevndarvalið í Atlantsflog á aðalfundinum í fjør. Og hann eftirlýsti eisini eina frágreiðing um brádliga stjóraskiftið, leygarkvøldið 16. november.
- Tað hevur týdning at hesir spurningar verða lýstir og svaraðir, ikki minst nú landsstýrismaðurin einsamællur kemur at ráða yvir felagnum, grundgav Høgni Hoydal.
Men landsstýrismaðurin í vinnumálum vísti spurningunum frá sær.
- Tað er nevndin í Atlantsflog, saman við leiðsluni, ið setur út í kortið eina strategi fyri felagið, segði Johan Dahl og vísti á, at felagið verður rikið eftir greiðum leiðreglum, bæði nú og í framtíðini.
Tá avtornaði var tað eitt samt løgting, sum gav Johan Dahl heimild at møta upp á eykaaðalfundi í Atlantsflog 10. mars við tí eina endamáli at lata felagið keypa aftur øll privatu partabrøvini og síðani taka felagið av aftur keypsskálunum.
…..
FAKTA – grundgevingar fyri afturkeypi
Nevndin í Atlantsflog heldur ikki, at felagið longur hevur nakað at gera á keypsskálunum. Støðan er ikki haldgóð, sigur nevndin, sum sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið hjá Johan Dahl millum annað grundgevur soleiðis fyri síni støðu:
- Stór ónøgd er millum privatu partaeigararnar, og tað kann skaða felagið
- Sera lítil umsetningur er í partabrøvunum
- Privatu partaeigararnir hava áður biðið um at verða keyptir út
- Eingin kapping er á flogrutuni til og úr Føroyum
Nevndin í Atlantsflogi bjóðar sær at keypa øll partabrøvini frá privatu partaeigarunum fyri kurs-210, svarandi til 71 milliónir krónur. Mikukvøldið fekk Johan Dahl heimild frá løgtinginum til at fremja tjóðartøkuna í verki á eykaaðalfundi, sum verður 10. mars.
TIL CITAT
-Tað er eingin loyna, at viðurskiftini kring privatiseringina og óvissan um, hvørt tilgongdin at einskilja helt fram, hava elvt til ófrið rundan um felagið. Slíkt kann ikki halda á, og tí vil nevndin hava hesi viðurskifti í rættlag. Tað er eisini av alstórum týdningi, at friður valdar kring Atlantsflog, nú lagt verður til brots av nýggjum
-Niels Mortensen, nevndarformaður, í tíðindaskrivi 10. februar










