Nýtt skip
Hetta sigur Igo, sum hevur tænt umborð á gomlu Norrønu í 14 sesongir. So hann er eisini ein av veteranunum hjá Smyril Line. Henda fimtanda sesongin umborð á nýggju Norrrønu verður hansara seinasta. ?Eg hevði longu sagt takk fyri meg og farvæl fyri seinastu ferð við tí gomlu Norrønu. Nú heitt varð á meg um at taka enn eitt summar vildi eg fegin vera við til at hjálpa Smyril Line sigur Igo Piqua, sum er yvirtænari umborð og er kendur millum nógvar føroyingar fyri at vera tann skjóti og sera professionelli tænarin.
Igo er kroati. Hansara heimstaður liggur í Bosnia Herzegovina, sum er partur av tí gamla Jugoslavia. Í dag býr hann fyri tað mesta í Sarajevo. Vetrarhálvuna plagar hann at vera við teimum risastóru luxuslinarunum í Meðalhavinum og Kyrrahavinum ella í Karibiska havinum. Igo, sum hósmorgunin saman við teimum umleið 300 fólkunum umborð á Norrønu, sá gomlu Norrønu fara framvið og úr eygsjón fyri seinastu ferð, heldur tað sjálvandi vera hugtungt at síggja hetta fyrr so stásiliga far fara med alla, men hann viðgongur samtíðis, at tørvur var á einum nýggjum skipi við einum hægri støði fyri ferðafólkini. Og tað hava føroyingar fingið.
-Eg haldi skipið er framúr til sína uppgávu og hava føroyingar og tey mongu,
sum brúka Norrønu, fingið eitt skip man kann vera stoltur av. Eisini fyri starvsfólkið er nýggja skipið sera kærkomið. Eg gleði meg til saman við mínum starvsfeløgum at gera dagarnar umborð á Norrønu ógloymiligar fyri bæði føroyingar, íslendingar og hetlendingar, sum hava gjørt hetta møguligt og síðani fyri tey vónandi mongu útlendsku ferðfólkini, ið fara at velja Norðuratlanthavið sum sína feriudestinatión. Hjartaliga tillukku Smyril Line og føroyingar allir við nýggja skipinum.