Nú skal røkka ella støkka. Tað eru fimm dystir eftir at spæla í hondbóltskappingini hjá kvinnum. Tá verður endaliga staðfest, hvøji lið skulu spæla finalurnar um FM-heitið. Hóast stigini eru eins nógv verd sum altíð, gerast dystirnir nú av álvara alsamt meira spennandi.
Tjaldur tók eitt fet nærri finaluplássi í gjár. Kvinnurnar úr Runavík vunnu sannførandi í høllini á Hálsi, har ungu kyndlakvinnurnar royndu at togast við steypavinnararnar. Kyndil hevur prógvað í hesum kappingarárinum, at liðið kann arga betru liðini viðhvørt. Eftir steðgin var ruddiliga staðfest, at Kyndil fór ikki í tann leiklutin hesaferð.
Byrjaðu illa
Støðan hjá Tjaldri er greið. Tað ræður um at vinna dystirnar móti niðaru liðunum, og í øllum førum fáa eitt stig í dystunum móti Neistanum og Stjørnuni. Steypavinnararnir loystu fyrsta knútin í gjár.
Tað var annars lítið sannførandi fyri hvíldina. Kyndil, sum bara hevur æruna eftir at spæla fyri í hesum kappingarárinum, stóð einki aftan fyri Tjaldur. Eitt mál skilti liðini í hálvleikinum. Tá sá eisini gott út hjá Kyndil, sum fekk fyrsta mál eftir steðgin. Men so rapaði alt. Tjaldur fór upp í ferð, heimaliðið hugdi mest sum bara at, og gestirnir fingu sjey mál upp í slag, uttan at Kyndil svaraði aftur. Tá var støðan 19-12, og spurningin var bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða.
Tjaldur vann við níggju málum, 30-21.
Adina Petra og Simona Petersen vóru aftur herovastar hesaferð. Tær stóðu fyri meira enn helminginum av málunum hjá gestunum.










