- Eitt fet á leiðini

Tað sigur Meinhard E. Olsen um skiftið til norskan fótbólt.

Fyrr í dag kom tað fram, at føroyski vongleikarin, Meinhard E. Olsen, hevur undirskrivað eitt ára sáttmála við norska Eliteserien-felagið, Kristiansund BK.


- Hetta eri eg glaður og errin um, tí tað hevur altíð verið mítt mál at spæla á so høgum stigi sum gjørligt. Eg síggi hetta sum eitt fet á leiðini á tí, vónandi, langu yrkisleikaraferð eg eri á, skrivar Meinhard E. Olsen á facebook.


- Takk til familju, ið altíð veitir mær treytaleysan stuðul. Takk til Hans Jacob á Líknargøtu fyri gott samstarv. Takk til øll í B36, ið hava gjørt mína tíð har so góða. Góða eydnu við kappingarárinum 2019, skrivar hann víðari.


21 ára gamli Meinhard E. Olsen gerst annar føroyingurin í Eliteserien, har Gilli Rólantsson í løtuni spælir við Brann. Nýggj felagið hjá Meinhardi, Kristiansund BK, endar í ár nummar fimm í norsku Eliteserien.


Les eisini: Ein føroyingur afturat í Tippeliguni