Eitt fólksligt ynski at varðveita miðbýin

Hálvtfjórða túsund mótmæltu ætlanini at byggja ein skrivstovubygning á Tinghúsvegnum

TíÐindaskriv

- Undirskriftirnar vísa greitt, at borgararnir í Havn vilja varðveita miðbýin við Degnshúsi, og siga nei til at byggja ein skrivstovu-bygning í fimm hæddum, sigur ein av stigtakarunum at savna saman undirskriftir, Ingi Mohr.
Í vikuni lótu stigtakararnir inn tey seinastu bløðini við undirskriftum til borgarstjóran, Jan Christiansen. Tilsamans 3.569 fólk mótmæltu ætlanini at flyta Degnshús og byggja eini miðbýarhús á sama grundstykki ístaðin.
- Hesar mongu undirskriftirnar eiga at siga Tórshavnar býráð somikið, at byggiloyvið eigur ikki at verða givið til ætlaðu bygg-ingina, siga stigtakar-arnir, sum fegnast um tær mongu undirskriftirnar.
Umframt at mótmæla, at Degnshús verða flutt, og at ein skrivstovubygningur verður reistur á Tinghúsvegnum, mæltu tey, sum skrivaðu undir, til at fríðka umhvørvið við Tinghúsvegin og Vaglið.
- Tað er at vóna, at býráðið tekur hetta ynski til eftirtektar, siga stigtakararnir.