Eitt fólkatingsval, eingin fólkaatkvøða

Øll eru vit føroyingar, eisini sambandsfólk, hóast táttayrkjarin og speirekarin hava gjørt sítt ýtarsta til at avnokta at so er.

 

Munurin er, at sambandsfólk hava givið sær meira far um tær givnu treytirnar - ikki bert tær fíggjarligu - men allar sum tær eru, til at hava latið seg tølt av nationalum rakstrarrópum og niðringsherferðum. Sambandsfólk hava duga at skilt millum linjurnar, at herrópini í stóran mun fjala útyvir eina sera stóra ómegd. Vit mugu ásanna, at hesi seinasta nærum fýra árini, er ein ógvusliga stórur partur av okkara skattapeningi nýttur ella rættari misnýttur heilt ábyrgdarleyst, og uttan at vit hava sæð nakað ítøkiligt úrslit. Aftaná nærum 4 árs arbeiði fyri ótaldar milliónir krónur hava vit ikki so frægt sum hoyrt eitt einasta orð um, hvørjar ætlanir politikarar hava, uttan tær, at teir skulu fáa evsta vald á »okkara vøkru fjøllum og ríka havi«. Einki av tí sum eyðkennir eitt nýmótans samfelag sær út til at vera fyrireika og enn minni klárt at seta í verk í nærmastu framtíð.

Teir skuldu skapa eina føroyska krónu, tí uttan eitt gjaldoyra verður eingin handil, uttan kanska fyri tey fáu, sum sita á útflutninginum. Teir skuldu gera avtalu við okkurt annað land um samstarv á økinum. Antin er hetta eitt sera loyniligt arbeiði, ella er als einki gjørt við tað, tí eg loyvi mær at gita at fjeppanin uppí íslendskum búskapi, hvørki kann ella eigur at verða tikin í álvara.

Teir skuldu hava eitt rættarverk at virka, men tíðin til at fyrireika hetta var alt ov stutt og arbeiði ov rúgvusmikið. Serkunnleikin á økinum hevur boðað frá, at ikki ber til at fullføra arbeiði innan tíðarfreistina; men hóast hetta hóttir Høgni Hoydal okkum við, at rættarverkið og politivaldið verða yvirtikin á nýggjárinum. Um hálvan annan mánaða!!!

Hóttanin, tí tað er sanniliga ein hóttan, ein hin allarstørsta móti tí tilveru og frælsi, sum flestu føroyingar ynskja sær, at vilja avtaka lóg og rætt, uttan at nakrar veit, hvat verður ístaðin. Hendan hóttanin er sett, hóast allar tær nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at hann als ikki hevur meiriluta í fólkinum fyri sínum ætlanum.

Seinasta og einasta høvi vit fáa til at steðga slíkum óðamannaverki, er at nýta fólkatingsvalið, í staðin fyri lovaðu fólkaatkvøðuna um nýggja grundlóg, til so dyggiliga at vísa at vit á ongan hátt góðtaka nakra diktatoriska stýrisskipan. Tá rættarskipanin er yvirtikin verður ov seint.

Góðu veljarar farið tí fjølment á val og stuðlið Sambandsflokkin ella onkran av valevnunum. Vit hava altíð og fara altíð at verja rættartrygd hins einstaka.