“Eitt er at stýra. Annað er skip at føra”

Hóast orðini ikki bókstaviliga viðvíkja Smyrli sum so, kunnu tey í ávísan mun setast í samband við síðstu umsitingarligu heilabløðingarnar í Innlendismálaráðnum, nú ráharrin greitt verður lagdur undir magtmisnýtslu á embatistigi. Ivasama heiðurin skal hann sjálvur hava tiltuskað sær, við at føra “vina og kenninga-politikk” í valdømi sínum, upp á bekostning av almennum gjaldoyra. Hevði tað verið tað einasta, so var kannska ikki verri enn ilt

Lukkuliga óvitandi um, hvat veruliga fer fram, er hann gott ígongd við at avheysa Strandferðsluna sum sjálvstýrandi stovn. Høvd eru longu farin á rull, men av skeivum kroppum.

Nú luppur løgmanns er funnin fram, verður spennandi at vita, hvat eyga hesuferð fæst á.

Ráharrin hevur skákað seg sjálvan, við ósakliga at hava givið embatisboð. Tað, at lúgva seg frá syndunum á landsins hægsta røðarapalli, hevur áður verið gjørt upp til fleiri ferðir og eisini við góðum úrsliti. Tí í Føroyum er slíkt vanligt.

Spurningurin er so, hvar er moralurin? Eg og fleiri við mær leita enn, men finna hann ikki.

Tað er nú allíkavæl gott, at løgtingsval stendur fyri duri.

Vestmanna hin 22.11.07