Eitt er at fáa til bensin...

Bergur A. Dalsgarð, Sjúkrarøktarfrøðilesandi
--------

... eitt annað er at halda skattgjaldaran fyri gjøldur!
Í februar mánaði kom fram í miðlunum, at tingfólk fáa átta og eina hálva ferðir meira aftur í ferðaendurgjald enn vanligi borgarin, ið hevur langt til arbeiðis. Ein, sum ferðast av Viðareiði til Havnar at arbeiða, fær vanliga 13.000 krónur árliga til bensin. Tingfólk, sum ferðast av Viðareiði, fáa 81.000 skattafríar krónur. Fyri tingfólkið skal upphæddin eitast at dekka ymiskar útreiðslur, sum eru í samband við arbeiði. Tað hevði verið spennandi at sæð, hvat slag av bensin, bilarnir hjá tingfólkum koyra við...
Tá eitt ungmannafelag var frammi við málinum í februar mánaði, lurtaði táverandi samgongan. Við løgmanni Kaj Leo Johannesen á odda vórðu fíggjarkarmarnar fyri 2012 lagdir soleiðis til rættis, at órættvísa kostnaðarendurgjaldið til tingfólk skuldi umleggjast til somu skipan við ferðaendurgjald, sum virkar fyri vanliga borgaran. Tað skuldi ikki framvegis verða munur á fólkavaldum og fólki.
Við sama løgmanni á odda hevur nýggja samgongan nú trekt í land aftur. Samstundis sum skorið verður inn á hold, og djúpari enn, tá tað kemur til almennar veitingar av øllum slag, so metir nýggja samgongan seg hava uppiborið eitt ískoyti, í form av skattafríum krónum, goldið av skattgjaldaranum, og upphæddin vaksur skjótt, tess longri burtur frá høvuðsstaðnum, tingfólkið býr. Hetta var neyvan tað, sum veljarin valdi, tá hann setti krossin við A, B, D ella H.
Um avgerðin um at trekkja í land er eitt úrslit av vantandi vilja til ábyrgd ella tráan eftir profitt, veit eg ikki. Men eitt sum eg eri vísur í, er, at tað er einki virðiligt, tá sami løgmaður, sum stóð á odda fyri at fáa tingfólk á sama støði sum vanligt fólk, nú kúvendir, og harvið tryggjar løgtings- og landsstýrisfólkum sínum framhaldandi órættvíst skattafrítt útgjaldi – umframt feita pensjón – sum alt verður goldið av skattgjaldaranum.