Eitt eldorado hjá børnum

- Vit hava eina vakra, ríka og lætt atkomiliga náttúru, sum børnini kunnu bólta sær í, sigur barnagarðsleiðari.

Barnagarðurin á Sandi, sum liggur miðskeiðis í bygdini, hevur náttúruna beint uttan fyri dyrnar, sum barnagarðsleiðarin, Petrina Nolsøe, tekur til. 

 

- Vit hava eina vakra, ríka og lætt atkomiliga náttúru rundan um okkum, sum børnini kunnu bólta sær í, tá tær góðu løturnar eru, sigur hon.

 

Petrina Nolsøe sigur, at øll árini, sum Barnagarðurin á Sandi hevur verið opin, hava starvsfólk javnan gingið túrar við børnunum Yviri í Urð, tey rópa. 

 

- Hetta er yviri við Gróthúsvatn, og her elska børnini at vera. Viðhefta mynd við fittu børnunum saman við starvsfólkum er tikin har yviri í síðstu viku, sigur hon.

 

Barnagarðsleiðarin vísir á, at stóri sandurin - niðri á sand, tey rópa - javnan eisini verður vitjaður, og sandurin eins og umhvørvið Yviri í Urð eru eldorado hjá børnunum.

 

- Fara vit ein longri túr, gongur leiðin eitt nú oman í fjøruna ella út í Salthólma við okkara gullklumpum, sum børnini eru, sigur Petrina Nolsøe.