Eitt eindømi í føroyskari talvsøgu

 Millum føroyskar telvarar eru tað bara John Rødgaard og John Arni Nilssen, sum koma í nær námind avrikinum, sum Helgi hevur framt hesa seinastu vikuna, sigur Carl Eli Nolsøe Samuelsen, talvviðmerkjari og verandi føroyameistari

Talv

Carl Eli vann fyri einum ári síðani FM-kappingina fyri einstaklingar, og hann hevur í nógvar mátar verið fastur partur av føroyska talvheiminum í skjótt fleiri ár.
Men hann slær skjótt fast, at eitt slíkt avrik, sum tað hjá Helga, er nakað heilt, heilt óvanligt.
 Eitt er, at tú klárar at fella ein stórmeistara. Tað kann sjálvandi koma fyri vði eini blanding av hepni og dugnaskapi. Men Helgi hevur altso hitt fýra stórmeistarar og ein altjóða meistara, og enn hevur hann yvir 50% í skoru. Bara tað, at hann við svørtum megnar at halda remis móti somikið sterkum telvarum, er heilt ótrúligt. Skal sammetast við onnur føroysk úrslit, so eru tað væl bara John Rødgaard og John Arni Nilssen, sum hava verið í nær námind slíkum úrslitum. Hann hevur veruliga telvað, sum ein altjóða stórmeistari, og tí er hetta fullkomuliga eitt eindømi innan føroyska talvsøgu, sigur Carl Eli.

Ivast ikki í IM-heitinum
Longu í fjør v til kennar, at tey kundu hugsað sær høllina her. er tað longu nú rættiliga sannlíkt, at Helgi innan alt ov langa tíð verður okkara næsti IM-telvari. Ein møguleiki, sum Carl Eli roknar við kemur heilt skjótt.
 Tað krevjast jú tríggir IM-normar og eitt rating-tal oman fyri 2400, um tað skal náast. Normarnir eru skjótt allir heima, og telvar hann eins væl komandi tíðina, sum hann hevur gjørt tað í Reykjavík, so økist rating-talið eisini heilt skjótt. Bara hesa seinastu vikuna man hann hava fingið eini 40 stig afturat, og so eru bara eini 60 eftir, áðrenn hann hevur nátt teimum 2400.

Favorittur til FM
Tá kappingin í Reykjavík er løgd aftur um bak, munnu eyguni hjá Helga skjótt fara at vendast móti Føroyum, har FM-kappingin stendur á skránni um páskirnar. Ein FM-kapping, har Carl Eli ikki ivast í, at tað verður serstakliga trupult at verja sítt FM-heiti.
 Soleiðis sum Helgi hevur ført seg fram, so er væl eingin ivi um, at hann er favorittur at vinna ta kappingina. Hansara størsti trupulleiki kann kanska verða, at tað tá eru »vanligir« føroyskir telvarar, sum hann skal kappast við, og tað kann merkja motivatiónina. Og í øllum førum ætli eg mær at geva honum harða kapping, ljóðar tað heldur speiskliga.
 Men líkamikið, hvussu gongur hjá honum tá, so ivist eg ikki í, at skjóta framgongdin hjá honum fer at standa við. Persónliga er hann eisini mentir sera nógv seinastu tíðina, og í dag fer hann als ikki niður við høvdinum, bara tí hann fær okkurt bakkast. Heldur tekur hann slík sum avbjóðingar, sum hann roynir at vinna á, og við tí hugburðinum kann tað næstan bara ganga rætta vegin, sigur Carl Eli Nolsøe Samuelsen at enda.