18 ára gamla Rosie Morton úr Brecon i Wales skuldi leypa við hesti sínum Luke, tá hon varð slongd av honum, og meðan hon sat á vøllinum, gav hesturin henni eitt rættiligt spark, sum rakti hana beint omanfyri vinstra eyga.
Tað var vinkonan hjá Rosie, sum av tilvild tók livandi myndir av hendingini, ið eitt nú kunnu síggjast á www.dagbladet.no
Daily Mail er millum bretsku bløðini, sum hava skrivað um hendingina og hava víst filmsklippið, sum er rættiliga ógvusligt.
- Í byrjanini hugsaði eg ikki um, hvat hendi. Eg sá bara blóð renna niður eftir andliti mínum. Høvur mítt kendist ógvuliga hart rakt og sært. Tað var blóð yvir tað heila, sigur Rosie Morton.
Hesturin rakti gentuna beint yvir vinstra eygað, og neyðugt var við fleiri pentum.
- Um eg ikki hevði ríðihjálmin á høvdinum, hevði eg helst - um ikki doyð - so fingið nógv størri skaða av sparkinum, sigur Rosie Morton við Daily Mail.
Sjálv heldur hon ikki, at tað var ætlanin hjá hestinum at elva sær skaða.
- Eg elski mínar hestar, og eg havi átt Luke í tvey ár. Vit hava eitt fantastiskt vinarlag, sigur hin 18 ára gamla.
Kanska eigur henda søgan at vera ein áminning um, at fólk eiga at vera varin, tá ræður um kríatúr.
Tað eru eisini fólk her heima í Føroyum, sum púrasta óvæntað eru stútað beint í andlitið av eitt nú veðri - við stórum skaða sum avleiðing.