Eitt deyðsfall í ferðsluni kostar samfelagnum 21 milliónir krónur

Ein ferðsluvanlukka er altíð ein sorgarleikur, mentøl eru eisini sett á, hvussu stórur tann fíggjarligi missurin er

 

Ofta verður sagt, at eitt menniskjalív kann ikki gerast upp í pengum. Men kortini verður tað gjørt í ávísum førum, tí tað slepst ikki undan, at eitt menniskjalív, sum verður mist, er eisini ein fíggjarligur missur fyri samfelagið.

 

Tað er eisini galdandi fyri tey, sum láta lív í ferðsluni. Ein ferðsluvanlukka, sum kostar mannalív, er ikki bara ein menniskjansligur sorgarleikur, tað er eisini ein ítøkiligur, fíggjarligur missur fyri samferlagið. Tá ið arbeitt varð við eini ætlan um at bøta um ferðslutrygdina, roknaði Ráðið Fyri Ferðslutrygd út, hvørjar fíggjarligar avleiðingar, tað hevur fyri samfelagið, at fólk fáa skaða, ella doyggja í ferðsluvanlukkum.

 

Tað var tá ið arbeitt var við null-hugsjónini í ferðsluni. Endamálið við henni er at leggja ferðsluna soleiðis til rættis, at eingin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni. Og nú Landsverk hevur latið eina nýggja samferðsuætlan úr hondum, hava tey tikið hetta roknistykkið fram aftur, og hava roknað tað um aftur, soleiðis at tað svarar til dagsins peningaliga virði.

 

Og Landsverk sigur, at úrslitið vísir, at hvørt einasta menniskja, sum letur lív í eini ferðsluvanlukku, kostar samfelagnum 21,68 milliónur krónur. Tann ítøkiligi fíggjarligi kostnaðurin er 4,34 milliónir, men vælferðarmissurin, ella missurin hetta fólkið kundi skapt í samfelagnum á ymsan hátt, er 17,34 milliónir krónur.

 

Eitt fólk, sum fær stóran skaða í ferðsluni, kostar samfelagnum 14,85 milliónir krónur, ella 7,28 milliónir í ítøkiligum, fíggjarligum missi og aðrar 7,57 milliónir í vælferðarmissi. Og eitt fólk, sum fær smávegis skaða í ferðsluni, kostar samfelagnum 660.000 krónur, 280.000 krónur í ítøkiligum fíggjarligum missi og 380.000 krónur í mistari vælferð, hevur Landsverk nú roknað seg fram til.