Heystfagnaður, sum er eitt heystgildi á Eiði, verður aftur í ár, og hesaferð verður tiltakið í døgunum, 18.-21. oktober.
Á skránni verður eitt nú seyðasýning, flettikappiing, fyrilestrar og barnatiltøk við støði í føroyskari seyðamentan.
- Hetta er tíðin, sum føroyingar flestir gleða seg til, og hetta er tíðin, tá skurðfjøllini verða gingin.
Á Eiði vísa tey á, at seyðaprát, fjallgonga og fletting seta sín dám á heystartíðina, og seyðurin fer eisini at seta sín dám á tiltakið á Eiði.
- Hetta er Føroya bygdasligasta tiltak, eitt rimmar heystgildi.
Bryggjan á Eiði hevur í áratíggir verið karmar um bygdarlívið, og nú er ljós í neystunum aftur.
Á Heystfagnaðinum verða ymiskar kappingar, eitt nú hespukapping, rullupylsu-og kjøtpylsukapping, søluframsýningar, fyrilestrar og verkstaðir til børn og ung.
- Seyðurin og alt, ið fæst burtur úr seyði, verður sett í miðdepilin, siga tey á Eiði.