Stýrið hevur ovastu leiðsluna og yvirskipaðu ábyrgdina fyri Kringvarpinum, og varð hesin leiklutur gjøgnumgingin á fundinum. Við nýggju kringvarpslógini hevur landsstýrimaðurin ella landsstýrikvinnan latið sínar heimildir at stýra stovninum til stýrið – fyrst og fremst fyri at tryggja óheftni av politiska myndugleikanum. Tað liggur tí ein stór ábyrgd á kringvarpsstýrinum at vera við til at skipa so fyri, at kringvarpsstovnurin fær møguleika fyri at menna seg til tað, sum ætlanin upprunaliga var.
Landsstýriskvinnan nýtti eisini høvi at gera vart við nakrar av teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman:
Public service-sáttmálin raðfestir føroyska málið, mentan og barna- og ungdómstilfar
Í fjør heyst varð okkara fyrsti public service-sáttmáli undirskrivaður. Og tað verður fremsta uppgávan hjá nýggja stýrinum at tryggja, at hesin sáttmáli verður fylgdur. At útinna Public service-sáttmála eftilit.
Í hesum fyrsta sáttmálanum verður dentur lagdur á at raðfesta mentan og barna- og ungdómstilfar. Eisini er stórur dentur lagdur á skyldur Kringvarpsins í mun til málið. Tað kann als ikki góðtakast, at almenni fjølmiðilin fer illa við málinum. Eisini er dentur lagdur á at útveita eitt vaksandi tal av sendingum.
Aðrar skyldur
Hóast raðfestingarnar, skal Kringvarpið framhaldandi røkja allar tær vanligu public service skyldurnar, ið eru umrøddar í lógini eins væl og í sáttmálanum.
Landsstýriskvinnan minti á, at ein av lógarfestu skyldum kringvarpsins er at varðveita sendingar, sum eru og verða framleiddar. Tað er umráðandi, at vit sum skjótast fáa orðað eina ítøkiliga ætlan um, hvussu hesin týðandi mentanararvur verður varðveittur.
Ikki nøktandi hølisumstøður hjá samanlagda Kringvarpsstovninum
Útvarpið og Kringvapið vórðu í 2005 lagdir saman í ein stovn, Kringvarp Føroya. Tá var ætlanin, at útbyggingar skuldu fremjast, soleiðis at samanlagdi stovnurin kundi húsast undir sama taki. Men higartil hevur rúm ikki verið fyri at gera hesar íløgur, og framvegis húsast útvarps- og sjónvarpsfólk í stóran mun hvør sær. Á fundinum varð ført fram, at fyri at fáa størri nyttu burturúr samanleggingini og harvið eitt betri kringvarp, er neyðugt at stovnurin flytir saman.
Vantandi inntøkur og niðurlaging av lýsingarinntøkum
Í kringvarpslógini verður Kringvarpinum heimilað “at fíggja virksemið við kringvarpsgjaldi, kunngerðar- og lýsingarinntøkum, sponsorering og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Kringvarpið hevur loyvi at skipa fyri inntøkugevandi eydnuspølum. Men loyvt er ikki at lýsa á netmiðlunum”. Í viðmerkingunum verður ført fram, at í eitt fimm ára skeið skulu lýsingarinntøkur Kringvarpsins niðurlagast – og landið skal útvega aðrar inntøkur í staðin. - Hetta lyftið varð givið við atliti at livikorum privatu miðlanna.
Tað hevur ikki higartil verið møguligt at finna politiska semju um at halda hesi lyftir, at niðurlaga lýsingarinntøkurnar og samstundis útvega Kringvarpinum aðrar inntøkur.
Fjølmiðlakommissjón skal m.a. endurskoða fígging av kringvarpsgjaldinum
Kringvarpsgjaldið hevur verið óbroytt síðani 2004, og samanumtikið er fíggjarliga grundarlagið undir Kringvarpi Føroya og hinum føroysku fjølmiðlunum viknað. Á fundinum kunnaði landsstýriskvinnan um, at hon í næstum fer at seta eina fjølmiðlakommissjón, sum skal lýsa støðuna gjøllari og royna at finna fram til aðrar møguligar loysnir í framtíðini. Nevndin skal m.a. svara spurningunum:
um kringvarpsbygnaðurin skal vera, sum hann er,
um Kringvarpið skal fíggjast øðrvísi í framtíðini, samstundis sum vit tryggja eitt úrval av privatum fjølmiðlum,
og um vit skulu velja ein annan leist at veita Føroya fólki neyðugar public service-tænastur.
Siðvenjur broytast, so størri rúm verður fyri øllum miðlunum
Landsstýriskvinnan helt, at, óheft av hesum arbeiði, mugu samstarv og siðvenjur byggjast upp, ið tryggja, at rúm verður fyri bæði privatum fjølmiðlum umframt tí almenna kringvarpinum. Tað merkir, at partarnir virða hvønn annan á ein tílíkan hátt, at tað ikki verður eitt endamál í sjálvum sær, at taka breyðið úr munninum á hvørjum øðrum. Tað tykist hava verið ein tendensur til, at hevur annar loftborni miðilin funnið eitt koncept, sum riggar, so hermir hin rættiliga skjótt. Tað kann ikki vera endamálið, at alment fíggjaði miðilin tekur lut í tílíkari kapping.
”Tað má og skal vera atlitini til public service skyldurnar, sum eru avgerðandi fyri raðfestingarnar hjá Kringvarpinum. Tað er umráðandi, at Kringvarpið raðfestir dygd, dirvi, og debatt fram um nøgd og main-stream.”