Eitt av mínum hjartamálum stutt og greitt:

Vit skulu satsa meira upp á at útbúgva okkara egna fólk.

Vit skulu satsa meira upp á at útbúgva okkara egna fólk.

 

Fyri at gera hetta má ein samlaður pakki loysast, har hvør liður er treytaður av hvørjum øðrum. Fróðskaparsetur Føroya skal fáa kampus. Lestraríbúðir til støk og lesandi við børnum. Okkara stuðulskipan má endurskoðast og útbyggjast - aldrin for skjótt. Hetta fer at gera okkum meira kappingarfør um ungdómin og møguliga eisini lesandi frá øðrum londum.

 

Sum lesandi í Føroyum við barni veit eg alt for væl, at tað er ómøguligt at lesa her, um man ikki fær øðiliga góða hjálp frá øðiliga góðum fólki. Tað vil siga, vit missa alt for nógvan ungdóm av landinum, sum ynskja at vera her.

 

At vit byrja at hjúkla um lesandi í Føroyum og útbúgvingarmøguleikarnar her, merkir ikki, at tey, sum vilja avstað, ikki skulu sleppa tað. Tað merkir einans, at tey, sum vilja vera her, fáa møguleika til tess!

 

Eitt tíðarhóskandi samfelag, takk!

 

Ása Hammershaimb Christiansen

Framsókn