Missiónsarbeiði
Møtirøðin byrjaði á Lindini leygarkvøldið, og sunnudagin vóru móti hildin á Argjum og í Havn.
Fram til mánadagin komandi verða møti hildin kring alt landið, og eru tað væl kend umboð hjá barnamissiónini, sum standa fyri hesum. Bo Wallenberg, sum er leiðari av Skandinavisku Barnamissiónini, verður saman við Lyudmilu Lonyuk úr Ukraina á ymsu støðunum. Og til ber sjálvandi at tosa við tey um, hvat tað er fyri arbeiði, sum sjálvbodni felagsskapurin stendur fyri.
Søgulig eyðræning
Lyudmila er leiðari av Skandinavisku Barnamissiónini í Ukraina, har Barnamissiónin hevur framt eitt stórt arbeiði gjøgnum fleiri ár.
Ukraina er søguliga ein av fátækastu pørtunum av gamla Russlandi. Ikki minst var landið fyri sannari eyðræning - bæði av menniskjum og av tilfeingi - tá Josef Stalin drap milliónatals kulakkar í síni embætistíð. Kulakkar, sum einaveldisharrin segði mótarbeiddu kollektiviseringini. Samlaða talið ber illa til at uppgera neyvt, men søgufrøðingar siga, at talan í minsta lagi var um 7-8 milliónir fólk, sum tá máttu lata lív.
Og hóast hetta hendi fyri hálvari øld síðani, so er landið framvegis ikki komið seg.
Eisini í nýggjari tíð er landið rakt av vanlukkum. Í apríl mánaði í ár eru 20 ár liðin, síðani reaktor nummar 4 á Tjernobyl-verkinum sprongdist, men árinini av hesum merkjast eisini í dag.
Gjøgnum arbeiði sítt hevur Barnamissiónin tó virkað fyri at betra um korini hjá teimum, sum vórðu rakt av hesum. Fleiri ferðir hevur bólkur av ukrainskum børnum verið á Føroya-vitjan. Fyrst og fremst, so at tey kunnu njóta gott av reinu náttúruni, sum ikki er fongd av radioaktivu geislingunum, men eisini so at tey kunnu njóta tann friðin og tann tryggleikan, sum valdar í føroyska samfelagnum, tá sammett verður við tað, sum hesi børn eru von við.
Hjálp til eitt nýtt lív
Alt arbeiðið, sum Skandanaviska Barnamissiónin ger, er sjálvboðið. Verður hugt at samlaðu tølunum, so er eyðsæð, at hóast vit her í Føroyum eru fáment, so kunnu vit eisini gera góðan mun.
Samanlagt hevur føroyska deildin av Barnamissiónini sent góðar 331 tkr. til Ukraina hesi seinastu níggju árini. Bæði sum neyðhjálp og sum liður í hjálp, sum skal røkka longur enn bara til dagin í morgin.
Ein av verkætlanunum, sum er stuðlað, er arbeiðið at hjálpa kvinnum, sum sita í kvinnufongsli í Milipol. Talan er her um blaðungar kvinnur, sum av ymsum ávum eru sendar í fongsul. At hjálpa hesum hevur Barnamissiónin samstarv við eina fríkirkju á staðnum, og á hendan hátt ber til at hjálpa ungu kvinnunum aftur á beint. Fyri nøkrum árum síðani vórðu bíbliur lætnar øllum kvinnunum í fongslinum, soleiðis at hesar hava skipað seg í ein bíbliubólk.
Næsta stigið er at hjálpa hesum í tilveruni, sum kemur, eftir at tær eru leyslætnar. Ætlanin er her at lata upp eitt heim til endamálið, so kvinnurnar ikki koma beina leið út aftur í hungur, heimloysi og lógloysi.
---
Skráin komandi dagarnar
DagurKlokkanstað
Mánadagin 26/218.00Evangeliihúsið í Tórshavn
Jannet Olsen syngur
Týsdagin 28/220.00Keldan í Skálafirði
Kristel og Jens Lisberg syngja
Mikudagin 1/320.00Solo Deo Gloria, Klaksvik
Hósdagin 2/320.00Oasan í Hoyvík
Jannet Olsen syngur
Fríggjadagin 3/321.00Konsert á Læraraskúlanum í Havn
Angela skipar fyri
Leygardagin 4/320.00Miðvágs Missiónshús
Lovinda Halgaklett og ungdómskórið syngja
Sunnudagin 5/310.30Lívdin í Hoyví8k
Jannet Olsen syngur
Sunnudagin 5/319.00Ebenezer í Havn
Sangbólkurin luttekur
Mánadagin 6/320.00Frelsunarherurin í Vági