Eitt akkustiskt kvøld við Lenu Anderssen á Reinsarínum

Tveir guitarar, ein bassur og vælkenda røddin aftan fyri sangir so sum Oh My Lady, True Love In A Way og Oh Brother With The Broken Wing vera at hoyra í páskavikuni; nevniliga mikukvøldið 31. mars, tá Lena Anderssen trínur á pall saman við Niclas Johannesen á guitar og Jóhannus á Rógvu Joensen á bassinum. 

Lena hevur seinasta árið lagt síðstu hond á komandi útgávuna State of the Land. Júst tann sangurin, umframt lagið Aimee, komu út í fjør og førdi hetta eitt nú við sær, at Lena var kosin “Artist of the Week” á BBC Radio í Norðurírlandi.

Lena fer hetta kvøldið eisini at framføra onnur løg av komandi útgávuni, umframt sangir úr hennara eftirhondini stóra sangskatti frá útgávum so sum Eagle In The Sky, Letters From The Faroes, Let Your Scars Dance og Can’t Erase It. 

Avmarkað atgongd sambært almennu tilmælunum.

Atgongumerki kunnu keypast her: torsgota.fo/tiltok/lena-andersen/