Eitt 4-ára skeið farið

Elisabeth Joensen (Betta)

býráðslimur og valevni Sambandsfloksins:

Skjótt rennur tíðin, nú er aftur býráðsval í hondum.

Tað kom heldur óvart á meg, fyri fýra árum síðani, at eg skuldi umboða Sambandsflokkin í Býráðnum í Klaksvík.

 


Úrslitið av valinum fall soleiðis, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin samanlagt fingu meirlutan. Hesir tóku seg saman og skipaðu samgongu.

Tá ið nýggja býráðið skuldi velja nevndir, fekk Sambandsflokkurin tilboð um at koma í valbólk saman við samgonguflokkunum. Hetta hevði eg ongan hug til, skeyt upp, at Sambandsflokkurin kom við í samgonguna.

Aftaná samráðingar komu Sambandsflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin við í Samgonguna.

Roynt varð at fáa formanssessin í onkrari av teimum størru nevndunum, men hetta eydnaðist ikki.

Hetta valskeiðið havi eg umboðað flokkin í Mentanar-/Sosialu nevnd, Teknisku nevnd, Heilsunevndini og nevndini fyri umlættingarheimið "Dáin". Flokkinum varð lovað formanssessin í næstu nevnd, ið fór at verða stovnað, og gjørdist eg tí formaður í nevndini fyri sjálvsognarstovnin "Mylnuhúsið", sum er ein barnaansingarstovnur.

Harafturat fekk Sambandsflokkurin umboð í aðrar nevndir í kommununi eisini.

Tað var rætt at fara upp í samgonguna. Ein hevur størri møguleikar fyri at fylgja við og ávirka tey mál, ið eru fyri.

Tað var ikki lætt at vera nývaldur býráðslimur, alt var ókent og fremmant, lítið varð kunnað um arbeiðið, tí haldi eg tað vera umráðandi, at skeið verða hildin her norðuri fyri nývaldar býráðslimir, eins og gjørt verður aðra staðni.

Hugsa vit um, hvussu knípið tað hevur verið við peningi til íløgur hesi árini, so kunnu vit tó fegnast um tað, sum hent er. Tað eru stór framstig hend og farið er í holt við ymisk øki, ið hava verið misrøkt í mong ár.

Tað er kortini ikki rætt at siga, at ein er heilt nøgdur. Okkurt kundi verið øðrvísi og betri og fleiri mál, ið eru samtykt, hava drigið alt ov langt út. Sagt verður, at norðoyingar eru eitt tolið fólkaslag, og tað gongur sjón fyri søgn.

Samstundis, sum mangt er fingið av skafti, hevur verið roynt at gjalda skuldina niður, og kunnu vit gleðast um, at fíggjarstøðan er munandi batnað.

Býráðslimir eiga tó bert ein lítlan part av æruni. Vit eru vælsignað við næstan ókendum fiskiríkidømi og methøgum fiskaprísum. Alivinnan hevur gingið serstakliga væl. Vinnulívið hevur blómað, og arbeiði hevur verið til flest allar arbeiðsførar hendur. Skattakrónurnar eru vorðnar fleiri og fleiri.

Tá ið ringast stóð til, skyldaði Kommunan á leið fýra álíkningar, og tá ið hetta árið er liðugt, vænta vit at vera komin niður um eina álíkning.

Vit kenna ikki framtíðina, men vit kenna søguna. Aftaná góðar tíðir koma verri tíðir. Neyðugt verður tí í komandi tíðum at arbeiða skilagott við fíggjarligum varsemi.

Tað ynskir Sambandsflokkurin at gera.