Aling
Í gjáramorgunin løgdu teir, sum standa fyri sílaalingini á Kaldbaksfirði, til merkis, at fiskurin í aliringunum ikki hevði tað gott. Tað vísti seg, at okkurt var, sum gjørdi fiskinum mein. Fiskur er deyður, og annar fiskur hevði tað ikki, sum hann skuldi.
Staðfest er, at tað í løtuni eru eitrandi algur, sum gera um seg á Kaldbaksfirði, har alingin fer fram.
Í skrivandi løtu hevur P/F Týggjará, sum eigur alingina á fjørðinum, ikki fulla greiði á støðuni, tí øll orkan verður brúkt til at sleipa aliringarnar longur út á fjørðin, har títtleikin av algum er munandi minni.
Bogi Jacobsen, stjóri í Týggjará, sigur, at fiskur er deyður í aliringunum, men teir vita ikki í løtuni, hvussu umfatandi skaðin er.
Algurnar kannaðar
- Vit gjørdust varugir við trupulleikan í gjáramorgunin og hava brúkt alla orku upp á at sleipa ringarnar longur út á fjørðin. Tískil hava vit ikki fult tamarhald á støðuni.
Stjórin vísir á, at Eilif Gaard á Fiskirannsóknarstovuni hevur verið á staðnum og er í holt við kanningar av algunum.
- Hetta eru eitrandi algur, og sum eg havi skilt, er slagið, sum hevur tikið seg upp inni á fjørðinum, lokaliserað niður í tvey møgulig sløg.
Hann heldur, at talan kortini bara er um tað eina slagið av algum.
Men tað er so eisini hetta eina slagið ov mikið, leggur hann dent á, tí rættiliga nógvur fiskur gongur í ringunum.
800.000 síl
Bogi Jacobsen sigur, at 800.000 síl ganga í ringunum á Kaldbaksfiðri.
- Hetta er eitt stórt tal, men nøgdirnar eru ikki so stórar í tonsum, tí fiskurin er lutfalsliga ungur enn.
Og tó.
- Hetta eru síl, sum eru sett út í vár, og í dag liggja hesi millum 800 gram og eitt kilo hvørt, sigur stjórin, sum slett ikki hevði roknað við, at P/F Týggjará fór at fáa trupulleikar við algum í heyst.
Bogi sigur seg ikki hava hoyrt um, at Kaldbaksfjørður áður hevur verið fongdur við eitrandi algum.
- Vit hava áður hoyrt um henda trupulleika á Lopransfirði, Trongisvágsfirði og Skálafjørðinum, men mær vitandi ikki á Kaldbaksfirði.
Hann vísir á, at nú er so nógv liðið út á heystið, at hesin trupulleikin er komin púra óvæntað á teir, sum reka alingina á fjørðinum.
- Men veðrið hevur verið gott í heyst, og sjógvur liggur um 11 stig, sigur Bogi.
Kemur illa við
- Hetta høvdu vit slett ikki væntað, og hetta kemur sera illa við, nú tað annars hevur gingið so væl í alivinnuni við ongum sjúkum og góðum prísum á marknaðinum, sigur stjórin í P/F Týggjará, Bogi Jacobsen sum vónar, at avleiðingarnar av eitrandi algunum ikki fara at gerast ov stórar, nú algurnar eru ein veruleiki.
Marknaðurin fyri aldu sílunum á Kaldbaksfirði er serliga í Japan og Ruslandi.
P/F Havsbrún í Fuglafirði er ein av stóru eigarunum í P/F Týggjárá.