Eitrað svínakjøt legði 43 danir sjúkar

Útbrotið, sum hevði sína orsøk í einum serligum slag av salmonella, varð staðfest hin 16. november og verður framvegis kannað.

Tað er framvegis medistarapylsa, sum er undir stórum illgruna, tá 43 danir í fjør heyst og vetur vórðu raktir av einum serligum slag av salmonella. Tað sigur Statens Serum Institut á sínari heimasíðu.

 

Statens Serum Institut hevur dúgliga leitað eftir orsøkini, og tey hava eisini gjørt eina sonevnda case-eftirlitskanning fyri at finna fram til smittukelduna til útbrotið av salmonella.

 

Í case-eftirlitskanningini vóru 21 sjúklingar, sum vóru raktir av salmonella, og 67 frískir sonevndir kontroll-persónar, og kanningin peikaði á, at samanhangur er millum sjúkutilburðirnar og at hava etið medistarapylsu.

 

Øll tey, sum vórðu rakt, høvdu tó ikki etið medistarapylsu, og tí verður hildið, at tað eisini kann hava verið annað svínakjøt, sum hevur verið fongt við salmonella.

 

Útbrotið varð staðfest hin 16. november og verður framvegis kannað í samstarvi millum Statens Serum Institut, Matvørustýrið og Matvørustovnin (DTU).

 

- Tað hevur enn ikki verið gjørligt neyvt at siga, hvar medistarapylsan, sum hevur verið atvoldin til salmonella-eitranina, er vorðin framleidd og seld, sigur Statens Serum Institut.