Tað er ikki bara í Vágum, at vindur órógvar flogferðsluna. Á flogvøllinum í Keflavík í Íslandi var so nógvur vindur seinnapartin, at fýra flogfør sluppu ikki til landgongdina.
Tað gjørdi, at umleið 450 ferðafólk máttu bíða í flogførunum, og bløðini skriva, at summi noyddust at sita fýra tímar í flogfarinum og bíða. Morgunblaðið skrivar, at fólk sótu tolin og bíðaðu, og at tey fingu okkurt at leska sær á við.
Vindferðin á flogvøllinum í Keflavík var oman fyri 25 metrar um sekundið seinnapartin í hvirlunum, og tað var í meira lagi.
Tað er eisini nógvur vindur aðrastaðni í Íslandi, og tí er øll innanlandsflúgving avlýst.










