Millum klokkan 10 og 14 í dag sendi FM1 beinleiðis úr Klaksvík í samband við, at Torradagar eru í Klaksvík í hesum døgum.
Reportararnir hjá FM1, Petur Zachariassen og Óli G. Samuelsen prátaðu við ymisk fólk kring Klaksvíkar bý.
Eitt sum brandar Klaksvík mest er Klaksvíkar Svimjihøll, har tey eisini kunnu bjóða eitt vælveru-økið til viðskiftafólkini. Nógv vitja Klaksvíkar Svimjihøll eina vanligur viku, og væntandi verður tað talið enn hægri á Torradøgunum.
Reportararnir hjá FM1 fingu eisini orðið á leiðaran í Klaksvíkar Svimjihøll, Torkil Mørkøre í Klaksvíks-sendingini hjá FM1 fyrr í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportararnir hjá FM1 høvdu við Torkil Mørkøre fyrr í dag.










