Eisini úti við ferðafólkum á ólavsøku

(Ólavsøka - ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard gjørdi við Birgir Enni, skipara umborð á Norðlýsinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard gjørdi við kenda skiparan umborð á Norðlýsinum, Birgir Enni í beinleiðis ólavsøkusending á Rás2.

 

Eisini í dag hevur Norðlýsið verið ein túr við ferðafólkum frá øllum møguligum londum. Í samrøðuni hava Marin og Birgir á orði, at sjáldan hava verið fleiri ferðafólk í Føroyum enn í summar.

 

Í samrøðuni greiðir Birgir Enni frá virkseminum, og annars frá teimum góðu upplivingunum hann fær niðri í Vágsbotni, tá hann kemur í prát við útlendingar, sum koma til Føroya við bátum og seglbátum.