Tá ið Kringvarpið fer at senda frá kommunuvalinum, sum verður í morgin, fáa tey, sum eru deyv, og tey, sum hoyra illa, eisini høvi at fylgja við. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu verður við valsendingini hjá Kringvarpinum í annaðkvøld og um hon verður tulkað til teknmál. Hon vildi eisini hava at vita, hví sendingar í Kringvarpinum, sum plagar at verða tulkaðar til teknmál, ikki verða tað longur.
Beinta Løwe sigur, at fleiri deyv hava gjørt vart við, at sendingar í Kringvarpinum, sum vanliga verða tulkaðar beinleiðis, verða ikki tulkaðar í løtuni, ella tær verða tulkaðar nakrar dagar seinni.
– Og fyri fyrstu ferð í 25 ár var ólavssøkan sett uttan deyvatulk og tá ið sendingarnar ikki verða tulkaðar til teknmál, kann verða ringt hjá deyvum at taka lut í okkara fólkaræði tí tey ikki fáa ikki fylgt við í almenna kjakinum.
– Í 2017 varð teknmál viðurkent sum føroyskt mál, og sostatt eigur tað at verða viðgjørt á jøvnum føti við talumálið, sigur Beinta Løwe.
Jenis av Rana sigur, at í valsendingini í Kringvarpinum í annaðkvøld, verður sent ymsastaðni úr landinum og at kringvarpið hevur gjørt avtalu við Teknmálstulkatænastuna hjá almannaverkinum, soleiðis at sendingin valkvøldið verður tulkað.
Jenis av Rana sigur, at annars er trupulleikin tann, at tað mangla deyvatulkar. Men fyrst í næsta ári verður støðan munandi betur, tá ið ein tulkur kemur aftur úr barnsburðarfarloyvi.
– Tað skulu tveir tulkar til at tulka eina Dag og Viku beinleiðis, men í løtuni er bara ein tulkur í fullum starvi og ein tulkur er í hálvum starvi. Umframt at tulka fyri Kringvarpið, hava teir eisini aðrar uppgávur og tí verða tíðindasendingar ikki tulkaðar beinleiðis, men verða lagdar út so hvørt.
Í eini roynd at bøta um umstøðurnar, so at tað skuldi bera til at tulka fleiri sendingar, riggaði Kringvarpið og Almannaverkið eitt studio til deyvatulkar til á Almannaverkinum. Har hava tekniskir trupulleikar verið, men arbeitt verður víðari við tí.











