Chelsea ætla sær eftir øllum at døma eisini at vissa sær ukrainska stórskjúttan, Andrei Shevchenko. Eftir sjey ár í Milan heldur framherjin, at hann hevur tørv á nýggjum avbjóðingum. Konan er úr USA, og tí sigur hann, at hann helst vil til Onglands at spæla. Gitt verður, at Chelsea er felagið, sum stendur fremst við stóra pengapunginum.
LesarabrøvLesarabrøv










