Í gjár gjørdi manningin á Brimli enn eina roynd at finna bátin, sum sakk í Skopunarfirði fyri 14 døgum síðani, hósnáttina 31. august. Báturin sakk eftir samanstoyt við farmaskipið, Mykines. Tveir mans vóru við bátinum og tað eydnaðist at bjarga øðrum, men hin er ikki komin aftur í aftur.
Líka síðani hevur verið roynt at bjarga bátinum, serliga við tí í huga at finna mannin aftur, men higartil eru allar royndir miseydnaðar.
Tað gekk kortini rættiliga skjótt at finna bátin, har hann lá á botni, men tá ið roynt varð at trola hann upp, miseydnaðist tað. Men í hesi royndini flutti báturin seg, og enn hevur tað ikki eydnast at finna hann aftur.
Tey hava leitað við skannara og tey hildu seg eisini hava funnið hann, men síðani vísti tað seg, at tað helst ikki var hann kortini. Tá ið teir fóru niður við myndatólinum, var tað einasta, teir sóu, ein hella, ið annars kundi líkst einum holvdum báti.
Tað rekur hart har á leiðini og tí eru umstøðurnar at leita, vánaligar. Fyri eini viku síðani varð sostatt avgjørt at gevast, tí streymurin var so harður. Men tá varð samstundis avrátt at gera eina roynd aftur í dag, tí nú er streymurin batnaður aftur.
Men MRCC sigur, at tann royndin varð framskundað til í gjár, tí tá var veðrið betri enn tað er í dag. Í gjár varð so aftur leitað við skannara og myndatólið, men eisini hendan royndin var til fánýtis.
Edvard Bjarnason, leiðari á MRCC, sigur, at í gjár varð leitað allan dagin, frá um morgunin til tað fór at myrkja. Hann sigur, at sjógvurin var klárur, so myndirnar vóru góðar, men har var einki at finna.
Hann sigur, at nú skal støða takast til um ein roynd verður gjørd aftur, men tað verður so síðst í mánaðinum tá ið streymurin er batnaður aftur.