Legendariski brasilski framrættaði miðvallarin, Rivaldo vann á sinni HM við Brasil í 2002, Copa America við Brasil í 1999, og Intercontinental Cup við Brasil í 1997, umframt nógvan heiður við FC Barcelona, AC Milan og Olympiakos.
Brasil og Argentina eru argir kappingarneytar í Suðuramerika, men nú hevur Rivaldo lýst sín stuðul til Lionel Messi og Argentina til HM-finaluna í Katar sunnudagin.
- Vit hava mist møguleikan at fáa Brasil og Neymar í HM-finaluna, tí fari eg at halda við Argentina. Tað finnast eingi orð sum kunnu lýsa teg Lionel Messi. Tú hevur áður uppiborið at vunnið HM við Argentina, men Gud kennir allar lutir, og hann fer at krýna teg sunnudagin. Tú hevur uppiborið at vinna HM fyri tann persónurin tú ert, og fyri tann ótrúliga vakra fótbóltin tú altið hevur spælt. Eg lyfti hattin av fyri tær. Má Gud signa teg. Soleiðis ljóðar heilsanin Rivaldo skrivar til Lionel Messi á Instagram.
HM-finalan millum Frakland og Argentina verður spæld sunnudagin klokkan 15.